Nú verður aftur 60+ dagur í Nesvík

Leygardagin 23. mars verður 60+ dagur í Nesvík á fimta sinni.

Tað var í 2015, hin 21 mars, at boðið varð til Nesvíkar at vera saman ein heilan dag við eini hóskandi skrá, sum flestu kundu fáa nakað burturur. Vit vóru ein fimmmannanevnd, sum var biðin at gera eina roynd at fyriskipa nakað til aldursbólkin yvir 60 ár, sum navnið sigur. Tað var táverandi ráðgevin fyri Eindina hjá Heimamissiónini, Marjan Nielsen, sum setti seg í samband við okkum, tí hon kendi tað sum ein sakn, at einki serstakt var gjørt fyri hesum aldursbólki, tá hon líknaði saman við barnaarbeiðið og ungdómsarbeiðið. Vit vóru fimm fólk í hesum aldursbólki, – tríggir menn og tvær kvinnur – sum fóru til verka og fingu eina skrá fyri dagin, sum vit mettu hevði almennan áhuga.

Tað var sjálvandi við nakað av spenningi, vit fóru til verka. Við lýstu í Trúboðanum, og tað vísti seg tíbetur, at áhugin var stórur. Hann er vaksin fyri hvørt árið, og tað taka vit sum tekin um, at fólk hava verið nøgd.

LES EISINI  Myndir: Gólv lagt á í nýggju høllini í Nesvík

Dagurin byrjar kl. 09.30 við móttøku og morgunbita, kl. 10.30 er morgunandakt og sangur, kl. 11.00 fyrilestur við viðkomandi evni, kl. 13.00 er døgurði, sum er ein festmáltíð. Kl. 14.00 er aftur eitthvørt viðkomandi evni á skrá. So syngja vit sangir úr Missiónssangbókini eina góða løtu. Umleið kl. 16.00 taka vit samanum og takka.

Sum tit eisini síggja, so er rúm tíð bæði til hvørt evni og til máltíðirnar. Tað hava vit gjørt við vilja, so at fólk kunnu hava tíð at sita og práta saman, um tey ynskja tað.

Vit hava aftur í ár dittað okkum til at bjóða tykkum til Nesvíkar til eina góða og spennandi uppliving bæði fyrrapart og seinrapart.

———————–

Niðanfyri er full skrá fyri dagin at lesa. Og har eru eisini upplýsingar um tilmelding.

Pláss er fyri 200 fólkum, og kostnaðurin fyri dagin er 300 krónur.

 

Vegna fyrireikararnar

Heri Tróndheim

 

 

 

60+

leygardagin 23. mars 2019

 

LES EISINI  Leguhúsið hevur tørv á tínari hjálp

Kl. 09.30  Móttøka og morgunbiti

Kl. 10.30  Morgunandakt

Kl. 11.00  “Livir tú lívið, ella livir lívið teg?”

Henning Bøgesvang, prestur, viðger evnið

Felagssangur/ rørsla

Kl. 13.00  Døgurði, omaná og kaffi

Kl. 14.00  Leila á Lofti sigur frá undir heitinum:

“Sum ein berføtt sál millum neyt, fílar og 33 mill. aðrar gudar”

Kl. 15.00  Felagssangur

Kl. 15.45  Taka samanum

Kl. 16.00  Liðugt

 

Pláss er til 200 fólk

Kostnaður: 300 krónur

Tilmelding í seinasta lagi 18. mars 2019 við at trýsta her (tá rindar ein samstundis)

ella við at ringja á telefon 470000 (gerandisdagar millum kl. 9 og 12, fríggjadag tó til kl. 15)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina