60+ er avlýst vegna coronavirus

Eindin hevur valt at avlýsa 60+ tiltakið, sum skuldi vera í Nesvík 21. Mars 2020. Nevndin sum skipar fyri 60+ hevur fundast í morgun og komu ásamt um, at avlýsa tiltakið. “Vit gera tað rættast við at avlýsa, tí vit eru mest útsetti aldursbólkurin at fáa coronavirus”, sigur Heri Tróndheim, ið er formaður í nevndini fyri 60+.

60+ er vanliga eitt væl vitjað tiltak, har upp ímóti 200 eldri samlast árliga til góða, hugnarliga og ikki minst uppbyggiliga samveru. Víðari sigur Heri, at í ár eru bert 60 tilmeldingar komnar og tað merkist ímillum tey eldru, at tey kenna seg ótrygg, at coronavirus verður so nógv umtalað.

Tey sum hava teknað seg til 60+ og hava goldið við korti, verða vinarliga biðin um at venda sær til skrivstovuna hjá Kirkjuligu Heimsmissiónini á telefon 470000, soleiðis at pengarnir kunnu verða endurgoldnir.