70 NÆMINGAR BYRJA Í PODAS

70 spentir næmingar, ung og eldri, kvinnur og menn, hava teknað seg til lærusveinaskúlan hjá PODAS skúlaárið 2022-2023.

Teir fyrstu sjey PODAS-flokkarnir byrja nýggja skúlaárið hesa vikuna og ein í næstu viku.

8 PODAS flokkar eru á hesum plássum:

  • PODAS Ung: Meinigheitshúsið í Havn
  • PODAS 1: Thabor í Fuglafirði
  • PODAS 1: Vesturkirkjan í Havn
  • PODAS 1: Rituvíkar Missiónshús
  • PODAS 2: Tabor á Toftum
  • PODAS 2: Karmel á Eiði
  • PODAS 3: Vesturkirkjan í Havn
  • PODAS 3+: Leirvíkar Missiónshús

Bergur og Ásbjørn vitja allar flokkarnar fyrsta kvøldið, har teir bjóða vælkomin og greiða frá um skúlan og útflýggja bøkur og ymiskt tilfar.

PODAS lærusveinaskúlin er í høvuðsheitum ein vikuligur kvøldskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag. Flokkarnir savnast 2 tímar um vikuna, frá septembur til apríl, til gevandi undirvísing, bøn, samtalu og góða samveru.

Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur.

Tilsamans hava umleið 900 fólk gingið í PODAS síðan tað byrjaði í 2018.

Málið við skúlaárinum: At vera Jesu lærusveinur og at taka ábyrgd av sær sjálvum.

LES EISINI  Heimamissiónin heiðrar Berg D. Joensen fyri sítt stóra arbeiði fyri kirkju og missión

Innihaldið: Kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.

Visjónin hjá PODAS: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.

Podas merkir “føtur” á grikskum, og ynski er at læra at sita og lurta við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur. Ekklesias merkir “kirkju”. T.v.s.: “Kirkjuføtur”.

Enn ber til at tekna seg. Trýst her…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina