723 børn og 300 vaksin á summarlegunum
Summarlegurnar ella barnalegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini vóru í ár á trimum plássum. Fýra legur vóru í Leguhúsinum í Nesvík, ein á Giljanesi og ein í Porkeri.
723 børn og 300 vaksin
570 børn vóru á teimum fýra legunum í Nesvík. 120 á Giljanesi og 33 í Porkeri. Tilsamans vóru 723 børn á teimum seks legunum í summar.
Allar legurnar vóru í tíðarskeiðnum 21. juni til 11. juli 2024.
Jóhan Hansen, ið er ráðgevi innan barna- og familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini, og sum hevur verið við til at leggja summarlegurnar til rættis, fegnast um góðu gongdina.
– Tey flestu børnini ynskja at sleppa á legu í Nesvík. Tað gekk bara ein lítil løta, til allar legurnar í Nesvík vóru fullteknaðar. Tað gekk eisini væl við tilmeldingini til leguna á Giljanesi og eitt sindur seinni við leguni í Porkeri. Børnini komu úr øllum landinum; men tey flestu eru úr meginøkinum, sigur Jóhan.
Bøn
– Evnið fyri legurnar í ár var bøn. Undirvísararnir dugdu sera væl at greiða børnunum frá um evnið, so tað varð viðkomandi fyri børnini, sigur Jóhan.
Hetta evnið er eisini væl egnað til ítriv o.a. Eitt nú sluppu børnini at gera sær bønararmband, har ávísar bønir vóru knýttar at ávísum perlum á armbandinum.
Á legunum í Nesvík var eisini ein bønarveggur, har luttakararnir kundu skriva bønir. Soleiðis kundu onnur eisini biðja fyri bønarevnunum.
Hjálp og stuðul
– Uttan hjálp og dyggan stuðul vóru ongar summarlegur. Umleið 300 leiðarar, hjálparfólk og kokkar hava verið á teimum seks legunum. Tey hava tikið stór tøk og hava gjørt eitt megnar arbeiði. Vit eru teimum sera takksom, sigur Jóhan. Eisini eru mong sum lata mat og annað til summarlegurnar. Tað takka vit eisini fyri.
Familjulega í juli
Umframt summarlegur hevur eisini verið ein familjulega í Nesvík 19. – 22. juli, sum Eindin skipaði fyri. Legan eydnaðist væl og 33 familjur, børn og vaksin, høvdu teknað seg til leguna. Á familjuleguni varð dentur lagdur á samanhald í familjuni og millum vinir og kenningar. Umframt spøl, kappingar o.a. vóru eisini góðir áhugatímar fyri tey vaksnu.