Stuðla einum meiningsfullum arbeiði fyri børnini og verð við í lutakasti

Simba er heitið á arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini fyri børn og juniorar. Eins og hinar mongu arbeiðsgreinarnar hjá Heimamissiónini, verður arbeiðið í stóran mun borið av sjálvbodnum gávum. Tað veri seg gávur frá føstum gevarum, einstakar gávur, talvupeningur og aðrar gávur.

Tað er Simba, ið stendur fyri øllum teimum mongu legunum fyri børn og juniorar, bæði um summarið og aðrar tíðir á árinum. Eisini eitt nú sangfagnaðurin, ið júst hevur verið og sum endaði við tveimum rimmar konsertum í nýggju høllini í Nesvík. Simba stendur eisini fyri at veita sunnudagsskúlum um landið og eisini í Danmark spennandi og nútíðarhóskandi undirvísingartilfar. Annaðhvørt ár verður eisini skipað fyri stórari leiðararáðstevnu fyri tey, ið hava sunnudagsskúla og juniorarbeiði um landið. Saman við Eindini, ið er arbeiðið fyri familjur, hevur Simba samskipara í starvi, ið leggur alt tað víðfevnda arbeiðið til rættis, hetta saman við einum landstoymi av sjálvbodnum.

Fyri at økja um talið av føstum gevarum, skipar Simba nú fyri einum átaki, har ein kann tekna seg sum fastan gevara til Simba, og samstundis vera við í eini kapping, har drigið verður um eitt gávukort frá Atlantsflogi á 2.000 krónur. Tey, ið frammanundan eru fastir gevarar til Simba, eru av sær sjálvum við í kappingini og nýtast tí ikki at gera nakað.

LES EISINI  Vilt tú vinna eitt stórt páskaregg?

Tað eru tveir mátar at gerast fastur gevari:

  1. Ein teknar seg sum fastur gevari á www.mission.fo/gev (sí myndina niðanfyri). Ein velur “barnaarbeiðið”, og fyllir síðani upphædd, navn, teldupost, peningastovn og kontunummar út. Síðani góðtekur ein við einum “flugubeini” at gerat fastur gevari og trýstir á “stovna fasta mánaðargávu”. (Einans fastir gevarar eru við í dráttinum.)
  2. Hin møguleikin er leygarkvøldið (26. oktober) á stórmøtunum í høllini á Hálsi í Havn. Tað er at fylla ein lepa út við básin hjá Simba, tá sokallað Expo verður umleið klokkan 21. Gev gætur: Alt vikuskiftið liggja somu lepar við bókaborðið!

Kappingin endar mikudagin 6. november, so umráðandi er at bera skjótt at.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina