99 skip fingið jólapakkar

Hóast tað hevur verið trupult hjá sjómanskvinnuringunum at savnast síðstu tíðina vegna koronu, so hevur tað kortini eydnast teimum, og øðrum at gjørt jólapakkar til sjófólkið aftur í ár.

Nú vit skrivað 21. desembur, er sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, liðugur at bera jólapakkarnar út til skipini. Flestu av skipunum, sum koma inn til jóla, hava manningarnar longu havt jólaløtuna og pakkað upp, meðan tey umleið 26 skipini, sum vera burtur á jólum, bíða til jólaaftan.

Nú pakkarnir og skipini eru tald saman síggja tølini soleiðis út.

99 skip hava fingið 1176 pakkar.

Tey eru 64 fiskiskip, harav trý grønlandsk, 20 farmaskip, 12 skip í frálandavinnu og 2 vaktar- og bjargingarskip og 1 tænastuskip.

Nevnast kann eisini, at av teimum umleið 26 skipunum, sum vera burtur á jólum, eru 4 fiskiskip sum royna í Barentshavinum, meðan farmaskipini eru ymsastaðni í Norðureuropa. Skipini í frálandavinnuni eru í Norðsjónum, Afrika, Suðuramerika og í Asia.

Føroyska sjómansmissiónin takkar hjartaliga fyri jólapakkarnar og ynskir sjófólkinum gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár

LES EISINI  Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina