Tá ið syndin oyðir sjálvsvirðið
Fylgjurnar av syndafallinum røkka longri fram í tíðina, en nakar dugir at meta. Veruliga málberingin lýsir, hvussu syndin gjøgnumsúrgar alla tilveruna, so at lívið fer av lagi. Alt lívið fær eina skeiva gongd, av tí at syndin fær loyvi at oyða sjálvsvirðið. Ein fylgjan verður, at frímóðin og dirvið, gera at tað góða fer av lagi; menniskjað missir fótafestið. Sovorðið kann henda, hóast Bíbliunnar fríska mannaáskoðan veitir menniskjum besta grundstøði at byggja á.
Tú ert virðissettur – og fært loyvi at virðismeta teg sjálvan
-Goym tú meg hjá tær sum eygnastein.– (Sálmur 17,8)
Dávid, ið skrivað hevur sálmin, hevur funnið hvílu í hesum orðum, at hann er Guds eygnasteinur. Hetta er ein forn málbering, sum merkir, yndisbarn, ella millum tey fremstu. Gud hevur veitt menniskjum eina serstaka støðu. Hvør sær er eitt eindømi og hoyrir honum til.
-Eg nevni teg við navni, tú ert mín.– (Jes 43,1)
Gud kennir navn mítt! Ímillum tær heimsins seks milliardir menniskju, hevur hann fult skil á, hvør eg eri. Hetta er ein stórtøkin støða at hefta seg við. -Tú ert mín!- hetta siga foreldur við hvørt til teirra børn. Hetta eyðmerkir tilknýtið, ættarbandið. Í dópinum og við trúnni, eru vit Guds børn. Hann er góði faðir okkara, ið sigur við okkum: -Tú ert mín!- Eg havi skapt teg og keypt teg og goldið fyri teg ein ógvuliga høgan prís. Tað eru bara tvey dømi í Bíbliu okkara, ið siga, at menniskjan í Guds eygum, hevur stórt virði. Eisini fleiri onnur. Guds virðismeting av okkum, veitir okkum frímóð til sjálvi at virðismeta okkum – eins og virðismeting frá øðrum. Her er annars talan um eina virðisseting, ið einki hevur við avrik at gera. Eg havi einki gjørt, at gera meg uppibornan til nakað sum helst virði. Eg havi tað bara.
At hava ábyrgd, merkir at hava virðing
Tað eru syndarar, omanfyrinevndu orð, eru søgd við. Okkara grundleggjandi syndugleiki, setur okkum ikki niður í virði. Ádam og Eva fullu í synd – og vit eru grundleggjandi merkt av henni. Her er Bibliunnar tala fullkomuliga greið. Ádam og Eva fingu fylgjurnar at merkja av uppreistri teirra móti Gudi. Gud rak tey út úr Edens urtagarði og eisini frá felagsskapinum við seg. Í byrjanarstøði okkara við Gud /eisini okkara uppreistri frá felagsskapinum við Gud.
Gud dregur eisini menniskju at taka við ábyrgd av viðurskiftum teirra við seg og teirra fylgjandi gerðum. -Løn syndarinnar er deyði!- Men júst hetta, at verða drigin at taka við ábyrgd, er ein orðing, ið merkir, at vit hava virði og eru vird og virðismett av Gudi. Revsing fær bara tann, sum við sítt fulla vit og skil í brotstíðarbilinum og mettur myndugur. Tá ið eitt menniskja roynir at siga frá sær ábyrgd ella leggur skuldina á ein annan, missir nakað av síni tign. Ábyrgd og tign hanga saman. Okkara ábyrgd sýnir seg eisini á tann hátt, at Gud góðtekur okkara, nei. Um vit ikki vilja hava við hann at gera, fáa vit loyvi til tað. Gud noyðir ongan at hava felagsskap við seg; men eingin skal skal vera í iva um, at Gud ynskir at frelsa hvørt einasta menniskja.
Gud metti okkum verdug at arva frelsu
Størsta og vakrasta orðingin fyri, hvat virði, vit hava fyri Gudi, finna vit í Jesusi. Hansara staðgongugerningur í deyðan fyri okkum, er hansara sáttargerð og Guds virðismeting av okkum. At Gud ábyrgdar okkum og áleggur okkum revsing, tí vit avnoktaðu hann – tað duga vit illa at skilja, um vit játta Gud sum hægsta myndugleika í okkara lívi. At hann sjálvur tekur revsingina á seg, liggur uttanfyri okkara vit og skil; men sum bara vit í trúgv taka ímóti. –Tí løn syndarinnar er deyði; men náðigáva Guds er ævigt lív í Harra várum Jesusi Kristi.– (Róm 6,23)
Skuld/skomm
Skuld hevur tann, ið er farin skeivur av málinum samsvarandi fyriskpanini – í hesum samanhangi, Guds lóg. Skuld elvir hjá frískum fólkum skuldarkenslu og tí ein tørvur á eini uppgerð og eini fyrigeving.
Skomm kennir tann, sum í sær sjálvum kennir seg ikki nóg góðan. Skommin fær eitt menniskja at taka seg aftur og fjala seg til tess ikki at verða vístur burtur.
Tað eru mong í hesum heimi, ið venda sær at skommini enn skuldarkensluni; og tá ið prædikað verður um menniskjunnar synd, verður tað lætt uppfatað sum nakað niðursetandi. Skuldin gerst nakað, ið rakar sjálvsálitið og sjálvsvirðingina. Kanska tí, at dreymurin um egnan fullkomuleika harvið verður mistur. Kanska vit í okkara tíð eru eyka eym og tykkin og tí virðisseta nógv meira okkara egna verk og ikki hjá hinum.
Nógv er uppi nú á døgum, ið ger tað trupult at prædika um skuld og ábyrgd uttan at kenna sítt egna sjálvsvirði. Hetta merkir ikki, at vit gevast at gera tað, men tað merkir, at vit skulu ansa eftir, hvussu vit evna tað. Menniskjunnar frelsa, er treytað av, at tey varnast sína glataðu støðu, og um viðurskiftini við Gud ikki eru í lagi.
“Selv kun et intet, intet” – tá boðskapurin um syndina verður misskiltur
Sum vit hava varnast, er Bíblian trygga grundarlagið undir sjálvsvirði menniskjans – eisini syndarar. Hvat er tað, ið fær sjálvsvirði at vikna og gevur syndini pláss ístaðin? Eg haldi fyri vist, at tað er partar av bíbilsku boðani, sum onga rúmd fær í kristniboðani. Prædikan verður tí misskilt.
1.trúargrein á láni
Tað er týdningarmikið, at boðskapurin hevur rótfesti í aðru trúargrein, men tó altíð hava fyrstu og triðju innan sama sjónarring. Júst fyri at forða misskiljingum, er tað týdningarmikið, at menniskju eisini kenna seg innanfyri Skaparans sjónarring. Men um henda sjónarring inni í myndini, kann týðiliga verða prædikað, bæði um menniskjunnar fall og uppreisn og um synd og náði.
Vantandi klárleiki í boðanini av lóg og evangelium
Tað skal verða greitt boðað, at vit eru bæði syndarar og rættvís. Tað, ið her ger myndina ógreiða og skapar misskiljingar, er, tá orðingar koma og verða blandaðar, ið enda við “eiga at”-boðan. Tá ið boðanin av lóg og evangelium gerast ógreið, elvir tað ringa samvitsku og leiðir yvir í skomm og vanæru, ið sigur: –Eg dugi ikki, nú má eg taka mær aðrar partar fyri og boða soleiðis, sum tað eigur. Okkum nýtist ein boðskap, ið veitir samvitskubit, tað er annað enn ein ring samvitska. Eitt sorgarbundið menniskja er í rættari støðu fyri Gudi og tekur treytaleyst við altfevnandi náði Guds.
Samanbland av vatnrættu og loddrættu flatuni
Í boðanini eigur munur at vera gjørdur á mannaboðum og Guds boðum; siðvenju og vilja Guds. Góð siðvenja og skynsamar livireglur eru góðar í sær sjálvum, men tær mugu ongantíð verða omanfyri Guds boð. Um tað skuldi hent, verða samvitskunnar bundnar at følskum grundarlagi og falskari skuldarkenslu. Á vatnrættu flatuni skal vera pláss fyri at koma við ymiskum niðurstøðum og ymiskum hugsanum. Vit eiga ikki at binda samvitskunnar harðari, enn Guds orð ger.
Móttøkan av fyrigeving Guds, gerst trupul, tá sjálvsvirðið er lágt
Eitt menniskja við lágum sjálvsvirði, hevur ilt við at trúgva, at tað er elskað og virðismett av øðrum. Hesin ótryggleikin sýnir við hvørt at gera ov nógv av til tess at verða sæddur. Og hóast, umhvørvið letur upp fyri nógvum møguleikum, rínur tað ikki við, og tí ikki tikið ímóti.
Á sama hátt kann tað gerast í viðurskiftunum við Gud. Tað kann gerast trupult at trúgva seg elskaðan og virdan av honum. Framum alt, gerast trupult at trúgva á fyrigeving. Hvussu kann Gud elska meg? Tað er júst ikki tað, ein kann trúgva á; eisini frelsuvissa og sjálvsvirði íroknað. -Onkur man altíð vera at leita til í neyðini.- Helst onkur, ein kann líta á. Ein, ið kann ábyrgdast og taka við fyrigeving Guds. Tað er ein av orsøkunum til, og ein vannlukkulig støða at koma í, einki rúm at geva fyrstu trúargrein.
Fyrigivið til eitt lív í frímóð í syndarinnar heimi
Takka við gleði Faðiri okkara, sum gjørt hevur okkum dugnalig til at fáa part í arvaluti teirra heilagu í ljósinum.– (Kol 1,12). Jesus er millumgongumaður millum okkum og Gud. Tá ið Gud sær meg, sær hann Jesus. Gud sær meg rættvísan og reinan. -Áh, dett frælsi-! Eg eri gjørdur dugandi, so eg dugi! At eiga syndanna fyrigeving, er at stíga inn í henda veruleika. Hetta veitir okkum frælsi at liva ófullkomna lívið í hesum synduga heimi, okkum og næsta okkara at gagni. Hetta fullkomna kravið hevur Jesus loyst okkum undan. Vit kunna tí við frímóði halda fram at vera tey ófullkomnu í hesum heimi. Medmenniskju okkara verða tí noydd við tí ófullkomna. Hetta gevur mær, syndara, virði.
Skrivað hevur Ellen Esmarch Petersen
Cand. mag., lærari á Luthersk Missions Højskole
Henry Debes Joensen, umsetti