Hvør gjørdi kvettið?

”Og hann reistist og tók at ganga til faðirs síns. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann.” (Luk 15,20)

Í Lukas 15 hoyra vit um hin burturfarna sonin. Hann var heima hjá faðir sínum og hevði tað gott.

Heimið kendist honum tó ov trongligt. Hann bað faðirin um sín part av arvinum og fór síðan út í stóru verð. Har oyddi hann alla ogn sína burtur í einum óryggiligum levnaði. At enda kom hann til ein bónda, har hann sat hjá svínunum.

Einsamallur, svangur og illa klæddur kemur hann tá at hugsa um heimið og faðirin, og hvussu gott tey høvdu tað har heima. Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: „Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær.“ Og hann reistist og tók at ganga til faðir sín…

Vit kunnu kanska ímynda okkum, hvussu hann hevur sæð út: Skitin, klænur, klæðini rivin og skrødd, og so luktaði hann langan veg. Hevði ein tílíkur persónur bankað á okkara dyr, hevði hann neyvan sloppið inn. Mong eru tey, sum kenna seg aftur í soninum.

Jesus vil við líknilsinum vísa Guds Faðirs hjartalag fyri syndarum, tær og mær. Hann sá sonin langt burturi – tókti stórliga synd í honum – kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann.

Sá faðirin ikki, hvussu hann sá út? Jú! Visti hann ikki, at sonurin hevði oytt burtur bæði ár og ognir? Jú! Hvussu kundi hann kortini kyssa og hálsfevna ein, sum var gravskitin, og sum luktaði langan veg?

Her síggja vit Guds kærleika og umsorgan. Honum leingist eftir øllum burturvilstum synum og døtrum, og hann skimast eftir teimum. Hjarta hansara finnur ikki hvíld, fyrr enn tú og eg liggja í ørmum hansara.

Sonurin gjørdi kvettið. Faðirin fyrigav honum. Faðirsins kærleiki dreiv óttan út.

Hann var aftur sonur í húsinum.

Løgið, men faðirin gjørdi eisini kvettið. Tann burturfarni var afturkomin, og hjartað hjá pápanum frøddist.

Hevur tú gjørt kvettið? Tað hevur tú, um tú hevur gjørt sum sonurin.

So hevur Gud eisini gjørt kvettið.

Tí komi eg aftur nú, faðir,

til tín, sum í ljósinum býrt;

tú kavahvít keypti mær klæðir,

at skoða eg skal tína dýrd;

og alt, sum eg inti á sinni,

tú leggur tær ikki í minni,

tí krossfest er skuldabræv mítt.

Ms. 372