Leika á kirkjuurgur í 73 ár

-Eg eri uppvaksin í Leirvík, og tað var nógvur tónleikur í heimi okkara. Minnist meg rætt, so var eg 15 ella 16 ár, tá eg fyrstu ferð varð biðin at spæla til gudstænastu í Leirvíkar kirkju. Eg spældi so av og á sum avloysari, tá eg var heima. Eg spældi eisini til møtir í missiónshúsinum í Leirvík, tá eingin annar var at spæla.-
Tað sigur 89 ára gamli, Jónsvein Mikkelsen, á Toftum.

-Tað var nokk mamma, sum lærdi meg at spæla á urguna, sum vit áttu. Hon hevði lært at spæla í Klaksvík og spældi á urguna í Gøtu kirkju, áðrenn hon flutti til Leirvíkar. Hon spældi eisini av og á í Leirvíkar kirkju.
Pápi hevði eisini lært at spæla á urgu á læraraskúlanum í Havn, og hann spældi eisini í kirkjuni av og á. Tí fingu eg og beiggjarnir líkasum tónleikin inn við móðurmjólkini. Tá eg so seinni fór á Læraraskúla í Havn, lærdi eg eisini har at spæla á ljóðførir,- sigur hann.

Lærari sum 21 ára gamal
-Í 1952, sum 21 ára gamal, gjørdist eg lærari á Tvøroyri. Har spældi eg nærum einki. Í 1959 gjørdist eg lærari á Toftum. Her hitti eg Jonu Johannesen, og vit giftust í 1965. Eg var so lærari við Tofta skúla, til eg fór frá vegna aldur,- sigur hann.

LES EISINI  Alt Markusevangeliið upplisið í Fríðrikskirkjuni mikukvøldið

Jóna og Jónsvein Mikkelsen

-Kristin Højgaard var fastur urguleikari við Nes kirkju, tá eg kom á Toftir og fleiri ár eftir tað,
Jana Heinesen, svigarinna mín hevði eisini spælt í kirkjuni.
Hjalgrím Poulsen, sum eisini var lærari á Toftum, var avloysari hjá Kristini. Í 1966 flutti Hjalgrím yvir á Strendur at búgva, og um eg minnist rætt, so byrjaði eg sum avloysari hjá Kristini eftir tað.
So eg spældi sum avloysari í Nes kirkju frá 1966 til eg í 1980 fekk fyrispurning frá kirkjuráðnum um at gerast fastur urguleikari, tí Kristin orkaði ikki meiri.
Eg spældi so í Nes kirkju, til Fríðrikskirkjan varð vígd og tikin í nýtslu í november 1994. Har havi eg so spælt til fyrst í hesum árinum, tá eg fekk trupulleikar við eygunum og takkaði fyri meg!
Fyrstu árini var eingin fastur avloysari, so tað var bundisligt. Síðstu mongu árini hava vit verið tríggir urguleikarar, sum hava spælt uppá skift. Hinir eru Max Højgaard og Mikael Johan Heinesen. Nú, eg eri givin, er Jón Magnus Joensen, komin í mítt stað,- sigur Jónsvein.

LES EISINI  Skeið um kjarnulæruna í kristnu trúnni

Hevur dámt at spælt
-Mær hevur dámað væl at spælt, og tí havi eg verið so mikið leingi. Eg var lærari, og tá til dømis jarðarferðir vóru mitt í viku, so fekk eg onkran annan lærara at taka tann tíman fyri meg, og tí bar tað til. Tá eg fór frá sum lærari, spældi eg ofta til jarðarferðir mitt í viku, tí hinir urguleikararnir vóru til arbeiðis.
Eg eri i kirkju nærum hvønn sunnudag, og tá vit hava skift sum urguleikarar, so er tað ikki nakað nýtt at sita í kirkjuni og ikki skula spæla,- sigur hann.

Uppá fyrispurning, um urguleikaratænastan hevur ríkað lív hansara, svarar Jónsvein flennandi.
-Nei, burtursæð frá teimum síðstu árunum, tá eg havi fingið samsýning fyri at spæla.
Jú, tænastan hevur annars ríkað lívið, hóast stemningurin ikki er tann sami til gudstænastur, brúdleyp og dóp, sum til jarðarferðir,- sigur hann.

-Jona hevur stuðlað mær væl í hesi tænastu og tað hevur stóran týdning. Hon hevur ofta tikið telefonina, tá til dømis prestur ella deknur hevur ringt og sagt sálmanumrini og annað viðvíkjandi kirkjuni, so eg eri takksamur fyri tænastuna og fyri lívið,- sigur Jónsvein Mikkelsen at enda.

LES EISINI  Jesus segði: "Eg eri lívsins breyð" - missiónsvikan í Leirvík byrjar sunnudagin

Trúgvur tænari
Staðfestast kann, at 89 ára gamli Jónsvein Mikkelsen, hevur víst ein sera stóran trúskap mótvegis urgutænastuni í kirkjuni.
Tað eru heili 73 ár síðani hann fyrstu ferð spældi á urgu í kirkjuni og í 54 ár hevur hann spælt á urgurnar í Nes kirkju og í Fríðrikskirkjuni. Hann hevur eisini spælt til gudstænastir á Røktar -og Ellisheiminum í Runavík. Hjartans tøkk, Jónsvein!

Nevnast kann eisini, at í Tofta skúla spældi Jónsvein mest á fiól. Hann hevur eisini í mong Harrans ár spælt horn í Nes sóknar hornorkestri.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina