Bókahandilin hevur fingið nýtt búmerki.
Fyri fáum vikum síðani fekk bókahandilin hjá Heimamissiónini navnið Manna. Nú hevur handilin eisini fingið eitt búmerki .
– Tá eg frætti, at navnið var “Manna”, so er tað nærliggjandi at hugsa ‘breyð’. Í tí er ‘føði’. Tað fortelur Hans Jákup Elkjær av Toftum, sum hevur sniðgivið nýggja búmerkið, og vísir til, at tú kanst eisini fáa føði í gjøgnum lesna – eina bók. Hesi bæði blivu grund elementini handan búmerkið.
Krossurin vísir grundarlagið á forlagnum, og vísir hann samstundis á, at hann er kjarnan í verkinum, sigur Hans Jákup Elkjær, ið eisini vísir á, at krossurin er eitt svør (Hebr. 4,12), sum kvettir tann eina snórin av og brýtur upp úr nýggjum. Hválvið samanbindur tað nýggja og tað gamla, har Jesu krossarverk er miðdepilin.
Tú kanst vitja bókahandilin við at støkka inn á gólvið í Nesvík ella við at fara inn á heimasíðuna: Manna.fo