Spennandi bíbliudagur í Nesvík 29.august
Um Gud vil, og vit liva, so verður ein fjølbroyttur og spennandi bíbliudagur í Leguhúsinum í Nesvík, leygardagin 29. august.
Dagurin kemur ístaðin fyri árliga Bíbliuskeiðið, sum skuldi verða 27 – 30. august, men sum vegna koronatilráðingarnar ikki kann verða.
Endaliga skráin er ikki heilt liðug, men ætlanin er at hava tveir tímar fyrrapartin og fýra áhugatímar seinnapartin, har luttakararnir kunnu velja seg inn á tríggjar av áhugatímunum.
Um kvøldið verður spurnartími og sangløta.
So hóast tað bara verður ein dagur, sum byrjar kl.09.30 og endar umleið kl.21.00, so fáa luttakararnir fimm undirvísingartímar, spurnartíman og sangløtu. Harafturat verður døgurði, nátturði og drekka.
Skráin verður kunngjørd, so skjótt sum hon er liðug, og tá fer eisini at bera at melda seg til bíbliudagin.
Vegna koronatilráðingarnar, so sleppa bara 100 fólk til bíbliudagin.
Tilmelding verður neyðug og prísurin verður 350 krónur.
Tað ber ikki til, bara at koma til partar av skránni.
Vælkomin!