Ársroknskapurin góðkendur av Høvuðsstýrinum

Tað er einki at ivast í, at roknskapurin fyri 2020 er merktur av, at tað stórar partar av árinum ikki var gjørligt at leiga Leguhúsið í Nesvík út. Og tíverri fer korona á tann hátt eisini at ávirka roknskapin fyri 2021, við tað, at fleiri legur longu eru avlýstar. Men tíbetur ber roknskapurin eisini boð um positiv ting, sum eru hend í einum ári, sum gjørdist so øðrvísi enn vit høvdu roknað við og ynskt.

Fyri at byrja við endanum, skal sigast, at ársroknskapurin 2020 vísir ein vinning eitt yvirskot á  56.000 krónur. Og tað er – tá hugsað verður um umstøðurnar – eitt úrslit, sum vit kunnu frøast um. Stórar partar av árinum stevndu vit beint ímóti einum stórum halli. Úrslitið av vanliga rakstrinum var soleiðis heilar 878.000 krónur verri enn árið fyri, og hevði við sær eitt hall uppá 537.000 krónur.

Heimamissiónin hevur nógvar trúfastar stuðlar, sum bera felagsarbeiðið bæði við forbøn og fíggjarligum stuðli. Her skal ljóða ein hjartans tøkk fyri allan stuðul.

Hjálparpakkarnir frá Løgtinginum munaðu eisini væl, og vóru við til at bera Heimamissiónina gjøgnum eina sera trupla tíð, og tryggjaðu at roknskaparúrslitið mól runt. Fleiri starvsfólk vórðu í eitt tíðarskeið partvís send til hús við lønarískoyti, og síðst á árinum fekk Leguhúsið eisini lut í hjálparpakkum, sum endurrindaðu ein part av tí, sum húsið misti uppá leigu. Heimamissiónin fekk tilsamans 480.000 krónur úr hjálparpakkanum til almannagagnlig endamál, umframt lønarískoyti úr hjálparpakka 1.

Løn til starvsfólkini

Heimamissiónin hevur eina støðuga innsavning til lønarútreiðslur til starvsfólkini. Tíverri er framvegis tørvur á meira enn 30.000 krónur um mánaðin, og tað kann framyvir gerast ein avbjóðing at varðveita núverandi tal á starvsfólkum, um ikki fleiri tekna seg sum fastir gevarar til hesa innsavnan. Samstundis sæst eisini ein tørvur á einaferð at vaksa um talið á starvsfólkum. Men tað er neyðugt, at øll rørslan stendur saman fíggjarliga um hesa verkætlan, um hon skal eydnast. Tað er møguligt at tekna seg sum fastan gevara HER, ella við at seta teg í samband við landsskrivstovuna á telefon 470000.

Tað ber eisini til at lata eina gávu til Heimamissiónina við at flyta pengar á hesar kontur:
BankNordik:
6460-151.376.3

Betri Banki:
9181-497.550.4

Norðoya Sparikassi:
9865-103.429.9

Suðuroya Sparikassi:
9870-100.284.9

Trúboðin

Okkara miðil hevur í 2020 keypt útgerð til eina sjónvarpsstovu, m.a. ljós-, ljóð- og videoútgerð. Støðið varð lagt, tá Borgfonden gav 250.000 krónur til endamálið, og síðani var ein innsavnan, sum upp á bert seks dagar gav 109.000 krónur.

Vit eru sera takksom fyri stuðulin, og eru í ferð við at umseta peningin til missión. Gjøgnum árið hava ein røð av nýggjum tiltøkum verið á Trúboðanum, sum millum annað virkaði sum vertur fyri Stórmøtunum í november.

Í hesi tíðini, har vit ikki hava havt møguleika at hittast, hevur okkara felags miðil á netinum fingið ein enn størri leiklut fyri alla rørsluna. Tí meðan korona hevur verið ein sera neiligur kennskapur á ymsan hátt, er eingin ivi um, at tær mongu avmarkingarnar hava verið við til at seta ferð á ymsar mannagongdir á Trúboðanum sum gera, at miðilin nú er enn betri útgjørdur at taka ímóti framtíðini. Við tað, at Trúboðin ikki longur hevur gjaldandi haldarar, er miðilin fyri tað mesta bundin at gávum. Hetta er ikki bert galdandi í sambandi við einstakar verkætlanir, men eisini til tann dagliga raksturin.

Ætlanin er, at tað seinni í 2021 skal setast eitt starvsfólk fyri Øssur Kjølbro, sum fór úr starvi í 2020.  Í fíggjarætlanini eru pengar settir av til hetta. Harvið fer tað aftur at vera knýtt umleið 1½ starvsfólk at Trúboðanum.

Ársmøtið 2021

Ætlanin er, at ársmøtið verður hildið tann 15. mai 2021. Her verður høvi at hoyra meira um roknskapin.

Í 2021 verður roknað við einum halli uppá 300.000 krónur. Hetta er orsaka av tørvandi løn til starvsfólkini, og av tí, at Leguhúsið í Nesvík framvegis er rakt av avlýsingum. Tí skal ljóða ein áheitan um eisini í ár at stuðla fíggjarliga okkara felags visión: At leiða menniskju til Kristus og menna lærusveinar til tænastu.

Torfinn Jacobsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina