Arbeiðsdagur í Nesvík um 4 vikur

Hvørt ár í juni skipar Leguhúsið í Nesvík fyri einum arbeiðsdegi, har øll kunnu vera við til ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur. Hesin dagur verður í ár leygardagur 11. juni.

Tað er Sigvald Zachariasen, húsavørður, sum leggur uppgávurnar til rættis, og álitisfólk eru til hvørja einstaka uppgávu. Tað er ovmikið at gera til allar hendur, og bæði kvinnur og menn, ung og gomul, kunnu vera við til at gera umstøðurnar í nógv brúkta leguhúsinum enn betri.

Meira kunning kemur frá húsavørðinum komandi dagar og vikur um, hvussu dagurin verður lagdur til rættis.

Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á telefon 230076, til sigvald@mission.fo ella við at senda persónlig boð til Leguhúsið á facebook. Setið dagin av longu nú!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina