Hjúna-túrur við SAM

Í fjør og fyrrárið hevur KFUM & K skipað fyri “Hjúna-/partúri við SAM” yvir á Kallsoynna. Hesir túrar hava eydnast sera væl, so nú endurtaka tey hetta og vóna at fáa eina minst líka góða ferð hesuferð. Ein sera góð íløga í hjúnalagið, sama um tit eru nýgift ella hava mong ár á baki.

Hóskvøldið 19. mai kl.18.30 verður farið yvir á Kalsoynna. Úr Mikladali verður farið til gongu í friði og náðum við nøkrum metrum ímillum hvørt parið. Á vegnum fáa luttararnir nakrar spurningar at grunda yvir, áðrenn farið verður á “Café Eðge”, har Jonhard og Vera Larsen fara at  hugleiða um evnið, “Minnist til at væta hjúnabandið, so tað fær møguleika at blóma” Har verður ein góður drekkamunnur og hugni á skránni. Farið verður innaftur kl. 22.35 av Syðradali.

Tekning fer fram við at ringja ella sms’a til Pól á 212480 í seinasta lagi í annaðkvøld, týsdag 17. mai kl. 23.30. Avmarkað luttøka, so skundið tykkum!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina