230 sandoyingar stuttleikaðu sær í Nesvík

Seinastu vikuskifti skipaðu sandoyingar fyri legu í Nesvík. Slík lega er umleið annaðhvørt ár, og aftur hesaferð eydnaðist hon sera væl.

– Endamálið er at samansjóða oynna, og innbjóðing til leguna varð borin í øll hús í oynni, siga prestahjúnini Beinta & Havstein Klein, sum eru við í fyrireikingarbólkinum.

Tá ein slík lega verður løgd til rættis, er umráðandi at hava eina fjølbroytta skrá, sum bæði fevnir um ein góðan andligan boðskap, eins og nógv spæl og hugna. Ein fyrireikingarbólkur stóð fyri at leggja leguna til rættis, og umframt fólk í Sandoynni vóru Marjon & Sjúrður Poulsen í Miðvági eisini við.

– Vit vóru ikki so heppin við veðrinum hesaferð, men tað forðaði ikki fyri eini góðari legu. Úr skránni kunnu vit eitt nú nevna, at Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, greiddi frá arbeiðnum hjá Føroysku sjómansmissiónini, Magni Christiansen hevði konsert, og Flemming Petersen segði frá og vísti film frá vitjanum sínum í  Paraguay. Hetta bergtók veruliga luttakararnar, bæði børn og vaksin, siga Beinta og Havstein.

LES EISINI  Tribunan í nýggju høllini í Nesvík liðug

Also og Sandoyarmeistaraskapur

Til eina av hugnaløtunum varð skipað fyri “Also-pallborði” við trimum luttakarum og við lokalum spurningum úr Sandoynni. John Myllhamar hevði skrivað stuttligu spurningarnar, sum Jákup Weihe las, og hetta var eitt av teimum heilt stuttligu innsløgunum.

– Leygardagurin var á tremur við alskyns kappingum. Ikki minst var “Sandoyarmeistaraskapur” í øllum møguligum kappingum, so sum sjavsi, borðfótbólti, “4 á strípu”, borðtennis og øðrum.

Føroya Grótvirki gav sera flottar medaljur til allar vinnarar, tilsamans heili 60 medaljur. Sunnudagin var familjugudstænasta, og undir gudstænastuni varð millum annað skipað fyri “kahoot”-spurnarkapping, greiða Beinta og Havstein frá.

Tá so nógv fólk skal úr Sandoynni og til Nesvíkar, sleppa øll sjálvandi ikki við Teistanum sama túr, hvørki avstað ella heim aftur, men tað gekk tó væl. Tá Sandoyarlegan var í 2015, segði hann so ringt veður fríggjadagin, at Teistin boðaði frá, at hann gavst at sigla longu kl. 14. Kortini komu næstan øll á legu, tí í skundi fingu tey biðið sær frí ella lagt tað so til rættis á annan hátt, at tey kundu fara avstað, so fólk leggja nógv fyri at koma á legu. Men tey gleða seg sjálvandi til, at Sandoyartunnilin kemur, hóast tað neyvan verður til næstu Sandoyarlegu.

LES EISINI  Nú er klárt at tekna seg til summarlegurnar!

– Leguhúsið í Nesvík er væl egnað til slíkar legur, og vit gleða okkum til enn betri umstøður, tá útbyggingin er liðug.

Serliga væl dámar fólki, at tey eitt heilt vikuskifti kunnu njóta at fáa alt upp í hendurnar.

Tað letur seg gera, tí vit høvdu so nógv góð hjálparfólk og sera góðar kokkar, siga Beinta og Havstein Klein at enda.

 

Peter Poulsen hevur tikið myndirnar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina