Helst ein onnur Betsajda funnin 

Sambært Bíbliuni komu ápostlarnir, Pætur, Andrias og Filip úr bygdini Betsajda. Tað er so langt síðan Betsajda hvarv, at eingin longur er førur fyri at siga nær, og tí vita vit ikki við vissu hvar bygdin lá. Men hildið verður at hon lá onkustaðni við Genesaret vatnið.

Fyrri parturin av bygdanavninum, Bet, merkir hús, meðan seinni parturin, merkir veiði- ella fiskimaður. So bygdanavnið kann merkja “húsini hjá fiskimanninum”.

Seinnu árini hava tvey ymisk toymi av fornfrøðingum funnið tvær ymiskar íbúðaleivdir. Bæði toymini siga seg hava funnið Betsajda.

Seinast í 1980-unum kannaðu fornfrøðingar toftirnar av býnum et-Tell. Seinni eru fleiri kanningar gjørdar. Nógv halda at et-Tell og Betsajda eru sami býur.

Henda teori hevur tó nakrar avbjóðingar við sær; tí et-Tell liggur tveir kilometrar frá Gensaretstrondini; og vit vita, at lærusveinarnir vóru fiskimenn, og at bygdanavnið Betsajda helst hevur merkt “húsini hjá fiskimanninum”.

Ein teori av fleiri, lýsa fjarstøðuna til vatnið sum flóð og fjøru. Eisini verður sagt, at vatnstøðan tá var hægri enn í dag, kanska vegna umskaringar í havbotninum.   

Nú er ein heilt nýggj teori komin undan kavi.

Er Al-Araj í veruleikanum Betsajda? 

Síðan 2017 hava fornfrøðingar grivið út við Al-Araj, ið liggur eitt sindur syðri, í einum meira gróðrarríkum landsparti. Í fjør varð ein stórur bygningur funnin har. Hesin hevur helst verið ein kirkja onkuntíð ímillum fimtu og áttandu øld. Í 2022 hevur framhaldandi verið grivið út í kirkjuni. Funnið er virðismikið steinmosaikk við áskriftum, ið umtala ”oddamannin og høvuðspersónin av himmalsku senduboðunum.” Soleiðs var Pætur ápostul ofta lýstur.

Samstundis halda mong, at Al Araj líkist meira tí, sum verður lýst í bibilsku frásagnunum av umhvørvinum við Betsajda. Har eru t.d. stór grórðrarrík øki, so tað er pláss fyri at 5000 fólk kundu siti í bólkum og lurta eftir Jesusi, eins og nevnt verður í matundrinum. Harafturat liggur Al-Araj stutt frá strondini.

Teoriin er, at funna kirkjan, sum onkur nevnir Ápostlakirkjan, er bygd har Pætur og Andrias hava búð.    

   
H.D. Joensen umsetti