Ársmøtið verður leygardagin í Nesvík

Seinastu árini hava ársmøtini verið frá fríggjakvøld til leygarkvøld, men í ár er skráin broytt soleiðis, at tað byrjar og endar leygardag.

Dagurin hevur nógv at bjóða. Hann byrjar við morgunmati kl. 9 og endar við ungdómsmøti kl. 21:30

Á skránni eru millum annað frágreiðingar um arbeiði hjá Heimamissiónini, pallborðsfundur, bíbliutími og møti.

Øll skráin sæst niðanfyri.

Vit gleða okkum at síggja teg!

Skráin fyri ársmøtið í Nesvík

Kl. 9.00:         Morgunmatur

Kl. 10.00:       Sprint Aagaard Korsholm – “Hvat er náðigávur?”

                      Høvi verður til orðaskifti

Kl. 12.00:       Døgurði

Kl. 13.00:       Frágreiðing frá arbeiðnum

                     Formansfrágreiðing frá Símuni Jacobsen, formanni

                     Arbeiðsfrágreiðing frá Andriasi Magnussen, aðalskrivara

                     Fíggjarfrágreiðing frá Spekt

                     Høvi verður at seta spurningar og gera viðmerkingar

Kl. 15.00:       Drekka

Kl. 16.00:       Pallborðsfundur “Komið tosið um Jesus”
v/ Jákup Brúsá, Joan Niclassen og Signar á Reynatrøð

Kl. 18.00:       Nátturði

Kl. 19.00:       Møti

                      Sprint Aagaard Korsholm talar: “Brennandi í Andanum”

                      Sangframførsla við New Praise

Barnaansing

                      Innsavnan til Heimamissiónina

                      Drekkamuður

Kl. 21.30        Felagsungdómsmøti

GOTT AT VITA

Tekning er ikki neyðug til máltíðirnar leygardag, men til ber at rinda 50 kr. fyri ávikavist døgurða og nátturða (børn undir 14 hálvan prís).

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN Á ÁRSMØTIÐ!