Lukas 13,22-30

 

Teksturin í dag er Lukas 13,22-30

Ólavur Jacobsen lesur.

v22 Og hann fór úr staði í stað og úr bygd í bygd og lærdi, alt meðan hann helt fram ferð síni til Jerúsalem. v23 Men onkur segði við hann: «Harri, eru tað fá, ið verða frelst?» Men hann segði við tey: v24 «Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar; tí at mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn, og kunnu tað ikki. v25 Um tit tá fyrstani, tá ið húsbóndin er farin upp og hevur stongt dyrnar, geva tykkum til at standa fyri uttan at banka á dyrnar og siga: «Harri, lat okkum upp!» tá man hann svara og siga við tykkum: «Eg veit ikki, hvaðan tit eru.» v26 Tá munnu tit fara at siga: «Vit hava etið og drukkið fyri eygunum á tær, og tú hevur lært á gøtunum hjá okkum.» v27 Og hann skal tá siga: «Eg sigi tykkum, eg veit ikki, hvaðan tit eru. Víkið frá mær øll tit, sum gera órætt!» v28 Har skal verða grátur og tannagrísl, tá ið tit fáa at síggja Ábraham og Ísak og Jákup og allar profetarnar í Guðs ríki, men tykkum sjálv koyrd uttanfyri. v29 Og tey skulu koma eystaneftir og vestaneftir og norðaneftir og sunnaneftir og setast til borðs í Guðs ríki. v30 Og sí, til eru síðstir, sum skulu verða fyrstir, og til eru fyrstir, sum skulu verða síðstir.»