Á skattaveiðu

“Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi, ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili, um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna.”
Orðtøkini 2,1-5

 

Í gomlum døgum fóru nógv til Amerika at grava gull! Og upp ígjøgnum tíðirnar eru nógvar spennandi kanningarferðir gjørdar at finna onkran gamlan skatt – annaðhvørt hann lá á havsins botni í einum gomlum skipsvraki, ella hann skuldi vera fjaldur undir onkrum av teimum stóru trøunum í einum skógi ella niðurgrivin undir kjallaragólvinum í einari miðaldarborg. Spenningurin og vónin at finna skattin hava altíð virkað tølandi og dragandi, og mong hava ofrað lív og limir at fáa hendur á skattinum; men í flestum førum funnu tey ongantíð nakran skatt.

Hann hevði kanska ongantíð verið til, alt var kanska snýt og svik! Vit fara eisini á skattaveiðu í dag; men her verður tú ikki lumpaður. Skatturin er sanniliga til! So fylg væl við!

Skatturin er í Bíbliuni! Tí er Bíblian meira verd enn tað, hon kostar! Ein gamal bíbliulærari býtti bíbliuorð út til næmingar sínar á smáum pappírslepum. “Ansið væl eftir teimum,” segði hann, “tey eru meira verd enn gull!”

 

Skatturin er goymdur! (Jes. 45,3) Ein skattur liggur ongantíð frammi, so hvør sum helst kann taka hann – heldur ikki skatturin í Bíbliuni!

Tú kanst ikki bara sláa upp í Bíbliuni upp á gjøt og finna hann. Tú mást leita. Tú mást blaða og lesa!

Í Sálmi 1 talar Dávid um at grunda yvir Guds orð dag og nátt. Tað er at “grava eftir gulli”. Tað er at leita eftir skattinum, sum er goymdur í Bíbliuni. Les tí Bíbliu tína – kanna hana. Vilt tú ævigt verða rík? Leita – leita!

Tann, sum leitar finnur! (Matt. 7,7-8) Vanliga er tað bert ein, sum er hin hepni; men í hesari skattaveiðu finna øll skattin, sum leita eftir honum.

Skatturin er Jesus Krist! (Matt. 1,21) Sálmaskaldið fann skattin í Guds orði. Gud bleiv Faðir hansara, hansara skýli og hjálp, Frelsari hansara frá allari synd og sorg og neyð, og hann skrivar: “Eg gleði meg um orð títt, sum ein, ið hevur vunnið nógv býti!” Sálm 119,162.

Skatturin, ið hann fann, hevði so ómetaliga nógv størri virði enn allir gull- og gimsteinagripirnir í tí kongliga skattkamarinum. Ein sangari syngur: Eg velji fyrr Jesus enn gull og fæ, nógv betur er hann enn øll ogn í dag!

Tað dýrabara innihaldið í skattinum er hetta:

1. Syndanna fyrigeving! Mark. 2,5

2. Barnakor hjá Gudi! Ef. 1,5.

3. Arvarætt til himmalin! Róm. 8,17.

Ja, tá ið Jesus doyði á krossinum, tók hann okkara synd og neyð upp á seg. Alt er fullgjørt frá hansara síðu.

Varða um hin vakra skattin! (2. Tim. 1,14) Tað er so nógv, sum vil skræða hann frá tær. – Demas misti henda vakra skattin! 2. Tim. 4,10. Lat teg ikki lumpa av heimsins skattum! Matt. 6,19-20. Minst til, at teir ósjónligu skattirnir vara ævigt! 2. Kor. 4,18.

E. Campbell umsetti