Spírar koma nú við fleiri sunnudagsskúlapørtum

Hundraðtals børn og foreldur tóku sunnudagsskúlapartarnir til sín, sum Spírar løgdu út á alnetið seint í fjør. Eisini sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendi teir. Partarnir liggja enn á youtube-rásini hjá Spírum, men mong hava bíðað spent eftir, at fleiri partar koma. Og nú verður tað skjótt!

Spírar boða frá, at sunnudagin koma fleiri sunnudagsskúlasangir út, umframt at parturin um skapanina verður endursendur. Hesin partur var tann fyrsti av fýra um byrjanina í Gamla testamenti. Og sunnudagarnar aftaná senda Spírar nýggjar partar um Ádam og Evu, Nóa og Bábeltornið!

Skráin sær soleiðis út:

28. apríl Skapanin (endursending)
05. mai Ádam og Eva
12. mai Nóa
19. mai Bábeltornið

LES EISINI  Spírar: Fyrsti sunnudagsskúlin á internetinum verður sunnumorgunin!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina