GLS leiðsluráðstevnan byrjaði í dag
Árliga leiðsluráðstevnan Global Leadership Summit fór av bakkastokki í Løkshøll í Runavík í dag. Eini 200 luttakarar eru við til tiltaki, sum heldur áfram í morgin.
Spennandi fyrilestrar vóru á skránni við spennandi nøvnum so sum Craig Groschel, samkomuleiðari í Lifechurch, James Clear, ið hevur skrivað vælkendu bókina Atomic Habits, Erin Meyer, Ryan Leak og Liz Bohannon.
Harafturat var eitt føroyskt innslag á skránni – ein samrøða við Árna Frederiksberg, sum er stjóri á Kjølbro Heilsølu og vælkendur innan føroyskan fótbólt.
Tvær vakrar sangframførslur vóru eisini við Erlu Mortensen og Heðin Askham, og seinnapartin við Tóru og Pætur við Keldu.
Ráðstevnan heldur áfram í morgin við eini samrøðu við Hjørdis Háberg Petersen umframt fyrilestrum á stórskíggja við Dallas Jenkins, maðurin handan sjónvarpsrøðina The Chosen, Condoleezza Rice, ið var uttanríkisráðharri í USA undir 9/11 álopunum í 2001 og krígnum í Irak, umframt øðrum nøvnum sum Krish Kandiah, Albert Tate og Megan Marshman.
GLS er ein kristilig ráðstevna, sum verdur hildin runt um í øllum heiminum – í 1300 býum í 135 londum. Stevnan er á hvørjum ári í Chicago og fyrilestrarnir verður eisini vístir á stórskíggja kring allan heimin, herímillum í Føroyum.