Eitt undurfult bønarsvar

 

”Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. ”
Orðt.22,6

 

Fyri nógvum árum síðani var tað ein trúgvandi kona, sum átti trý børn, ein drong og tvær gentur. Henda konan vildi so fegin fáa sonin við sær á bíbliutíma, tað var hennara inniliga bøn og ynski, hóast tað ikki var vanligt at hava børn við á bíbliutíma.
Hon sigur so við hann: „Góði, kom á bíbliutíma við mammu.“

Hann hugsar seg um eina løtu, so sigur hann: „Ja, eg skal koma við teirri treyt, at vit fáa drekkamunn aftaná.“

„Ja, tað fáa vit,“ segði mamman. Men mamman visti, at tað fóru tey ikki at fáa, tí hetta var niðri í gamla Meinigheitshúsinum á Áarvegnum, og har var eingin køkur. Hon fekk ringa samvitsku av tí, at hon hevði logið fyri dronginum. Hon bað so inniliga Gud hjálpa sær.

So kom dagurin, tá ið bíbliutímin skuldi vera. Bæði fóru oman í Meinigheitshúsið. Mamman sat og bað so brennandi Gud hjálpa sær, tí hon stúrdi fyri, hvat ið nú fór at henda, tá ið bíbliutímin var liðugur.

Tá reisir ein kona seg upp og sigur: „Í kvøld verður tað drekkamunnur.“ Tað hevur tað hvørki verið undan ella eftir hetta ávísa kvøldið. Søgan aftan fyri tað er, at tvær ungar gentur høvdu tosað um, at tað kundi verið hugnaligt við einum drekkamunni. Onnur fór so oman á Sjómansheimið og bar koppar og kaffi niðan í Meinigheitshúsið, ið er mestsum grannahús.

Drongurin setti seg niður og fór at eta hesa leskiligu kaku við góðum matarlysti, og mamman – ja, hon mátti bara undrast á Guds góðsku og trúfesti.
Effie Campbell