Ungdómsins syndir

”Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur Harrin; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.”
Jes. 1,18

 

Emanuel Minos
Emanuel Minos greiðir soleiðis frá í einari talu (”Som i Noahs dager” 2012): Vit hava fingið parabol uppi á tekjuni, har sum vit búgva. Millum annað havi eg 6 kristnar sjónsvarpsrásir, og tann eina sendir beinleiðis úr USA. Ein kvinnuligur sjónsvarpsvertur, sum er ógvuliga kend, leiddi sendingina. Eg skal ikki nevna navn hennara. Um eg hevði gjørt tað, so høvdu flestu tykkara kent hana. Hesin verturin, sum eisini var evangelistur, segði, at ein ung kona var komin til sín og segði, at hon vildi játta synd sína og blíva frelst.

 

Tann unga kona segði evangelistinum, at hon hevði livað eitt leyslátað lív. Í tí standinum bleiv hon við barn og tók fosturtøku. Hon helt á at liva sama lívið, og tvey ár seinni gjørdist hon aftur við barn, og aftur fekk hon sær fosturtøku. Men hesa ferð fekk hon øgiligt samvitskubit.

 

Henda kvinnan segði, at fyri stuttum fall hon í ein djúpan svøvn og fór at droyma. Men tað var ikki ein dreymur, men ein opinbering, og hon hevði ongantíð upplivað tílíkt. Hon varð førd til eina stóra fløtu. Hon hevði ongantíð sæð nakað so vakurt. Grasið var grønt, men slíkan grønan lit hevði hon ongantíð sæð fyrr. Fløtan var huld við blómum, og so vakrar blómur hevði hon ongantíð sæð.

 

Á fløtuni vóru børn, og tey spældu, men slík spøl hevði hon ongantíð sæð áður. Børnini vóru ómetaliga vøkur og umboðaðu øll fólkasløg og allar tjóðarbólkar. Tá var tað ein rødd, sum segði við hana: ”Hetta eru børn av fostrum, sum ikki sluppu at liva. Summi teirra koma ongantíð at møta foreldrum sínum, tí tey glatast. Men vit taka hond um børnini her í ævinleikanum.” Og sagt varð við hana, at tá ið maður og kona koma saman og skapa eitt lív, tá er tað ævigt.

 

Á einum lítlum heyggi sá hon tveir smádreingir. Teir vóru so vakrir. Ein rødd segði við hana: ”Hetta eru tíni smáu fostur, sum tú tókst lívið av. Hon fór yvir til teirra, fevndi teir og græt og bað um fyrigeving fyri tað, hon hevði gjørt. Samstundis gav hon teimum hvør sítt navn, sum hon hevði viljað givið teimum, um teir høvdu livað á jørðini, og hesi nøvn fingu teir loyvi at hava í ævinleikanum. So varð hon førd aftur til likamið og vaknaði. Hon fór til henda evangelistin og játtaði tað, hon hevði gjørt og søkti frelsu.

 

Latið okkum æra ta einligu mammuna, sum hevur átt barn sítt. Men um tað er nøkur, sum hevur tikið fosturtøku, so sigur Harrin: ”Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur Harrin; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.” Jes. 1,18 So kunnu vit leggja afturat, at søgan, sum henda konan greiddi frá, skrivaði Minos sær av og las hana upp úr einum pappíri.