Vitna um undurgerðir Harrans
„Greinið fólkanna millum undurverk hans!“
Sálmur 96,3
Mær hevur ongantíð dámt, at fólk tosa so nógv um, hvat ið tey vóru, áðrenn tey gjørdust kristin! Tað var eitt skammiligt lív. Hin vísi fjalir skomm sína, sigur Bíblian. Harafturímóti eggjar Skriftin okkum til at siga frá um allar Guds undurgerðir (Sálm. 105,2). Men hvørki djevulin ella hálvlunkað kristin fólk harafturímóti vilja tað. Tey tosa forhánisliga um „sólskinssøgur“, og tað er mest sum bannað at siga frá um tey undrini, Gud ger í dag. Man tað vera, tí at tey sjálv vilja ræna æruna frá Gudi, ella eru tey so gjøgnumsúrgað av øllum tí negativa, sum vit hoyra um og lesa í fjølmiðlunum? Undir øllum umstøðum eru tey ólýðin móti Gudi og gera ikki tað, Bíblian vil hava okkum at siga.
Hvønn sunnudag lesa vit ta ápostolsku trúarjáttanina við andakt í kirkjuni; men tað er nú ikki heilt tað sama sum at hava ápostolska trúgv, somu trúgv sum ápostlarnir høvdu. Ein tóm trúarjáttan er hyklarí. Tað er ikki rætt at líta so ivingarsom at menniskjum, sum liva út trúnna! Tað nyttar so lítið at vísa á, at vit hava ta reinu Luthersku læruna, um lívsførslan ikki samsvarar.
At trúgva á Gud er ikki at spæla nakað eydnuspæl! Tað er tað mest natúrliga, sum finst. Gud svíkur ikki lyfti sítt: „Eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda,“ og „hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar!“ Lat tað standa fast, at Gud er sannorðaður, og hvørt menniskja lygnari! Tað er hin roynda trúgvin, sum er kostiligari enn ekta gull!
Hvat fyri hugsanir hava nútíðar menniskju um Gud? „Smakka og kenn at Harrin er góður! Sælur er hann, sum søkir sær skýli hjá honum.“ Tí so skjótt sum ein syndari vendir um, er náði í yvirflóð at fáa! Lovaður veri Gud! Hetta umfatar eisini teg, sum lesur hetta! Latið okkum tala allastaðni um tey undrini, ið Harrin ger nú á døgum og soleiðis bera honum æru.
Effie Campbell umsetti