Nýtt frá Landsungdómsnevndini
Vit vilja bjóða Sonna Steinhólm, Marius B. Vang og Tótu J. Akursmørk hjartaliga vælkomin í Landsungdómsnevndina (LUN) hjá Heimamissiónini.
Sonni Steinhólm er ættaður úr Runavík og er virkin í ungdómsarbeiðinum í Glyvra Missiónshúsi. Hann situr í løtuni sum formaður í ungdómsarbeiðinum har og hevur annars verið sera virkin í ungdómsarbeiði og á ungdómslegum í nógv ár.
Tóta Akursmørk hevur í nógv ár arbeitt millum ung og vaksin í andaligum høpi. Hon er gift, eigur tvey børn og býr í Klaksvík, har hon eisini situr í stýrinum hjá KFUM & K. Hon er eisini virkin í ungdómsarbeiðinum í KFUM & K.
Marius B. Vang er giftur, eigur eitt barn og er akkurát fluttur til Strendur við familjuni. Marius hevur í fleiri ár verið virkin í ungdómsarbeiðinum í Leirvíkar Missiónshúsi, har hann eisini var formaður í nøkur ár.
Vit eru sera fegin um at fáa hesi trý virðismiklu fólk í LUN og síggja fram til at arbeiða saman við teimum. Vit er sera takksom fyri teirra arbeið og eldhuga fyri ungdóminum, og vit eru spent uppá at síggja, hvat Guð fer at gera gjøgnum tey í LUN arbeiðinum.
Samstundis vilja vit takka Beinir Langgaard fyri hansara tíð í LUN. Hann kom í nevndina í desember 2021 og bleiv formaður í mars 2022. Nú hevur hann valt at takka fyri seg. Vit eru takksom fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt bæði í LUN og Kumpas, og vit ynskja honum alt tað besta og Guðs signing á leiðini framyvir.
“Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!» (Matt. 25,21).
“Minst til Hansara á øllum tínum leiðum, so man Hann javna vegir tínar.” (Orðtøk 3,6)
Í Landsungdómsnevndini sita nú: Bjarta Á. Arge, Anna Klein Olsen, Tóta J. Akursmørk, Sjúrður Jensen, Sonni Steinhólm, Marius B. Vang og Kartin Høgnesen, ungdómsráðgevi.
Vit takka fyri tykkara bøn fyri hesi nevnd og fyri ungdómsarbeiðinum í Kirkjuligu Heimamissiónini.
Guðs signing til tykkum øll.
Landsungdómsnevndin