Kendi meg leiddan allan vegin

– Eg kendi meg leiddan av Gudi allan vegin, ja, frá tí eg fór heimanífrá, til eg var aftur við hús!

Orðini eigur Ólavur Jacobsen, trúboðari, sum farna vikuskifti var í Íslandi og hevði møti á Ørkini.

–  Høvuðsendamálið var at hava møti á Ørkini og at vitja fólk í býnum. Harafturat skuldi eg  taka hond í okkurt praktiskt á Ørkini. Eg gjørdi okkurt smávegis el-arbeiði, sum var fyrireikað, áðrenn eg kom. Tað gekk væl og tók tíbetur lítið av tíðini, sigur hann.

– Síðani nýtti eg tíðina at vitja føroyingar og íslendingar, eg kenni. Eg gekk eisini úti í býnum og niðri á gongugøtuni. Har hitti eg bæði føroyingar og íslendingar, sum eg heilsaði uppá og bjóðaði á møti. Fleiri komu, sigur Ólavur.

– Umleið 20 fólk vóru á møti, og fleiri vitnaðu. Vitnisburðarnir vóru bæði á føroyskum og á íslendskum. Tað var hugaligt at hoyra og vitnar nakað um sambandið, vit hava – eisini við íslendingar, sigur hann.

LES EISINI  Spennandi landsstevna 19. - 21. apríl

– Sunnumorgunin var eg til gudstænastu hjá presti, sum eg kenni frá vitjanum við Podas-toyminum á Eysturlandinum. Tað var hugaligt, og presturin var á møti og vitnaði um Jesus. Tað var gott at hoyra, sigur Ólavur.

– Satt at siga, so kendi eg alla ferðina, sum ”eg gekk í teimum gerningum, sum Gud leggur til rættis frammanundan, at vit skulu leggja okkum eina við teimum”, sambært Ef 2,10, sigur ein vælnøgdur Ólavur Jacobsen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina