Guds orð til dagin, lívið og deyðan
”Jesus svaraði og segði við hann: »Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. ”
Jóh.14,23
Tað merkir, at vit skulu áhaldandi krøkja okkum upp í tað, sum Jesus hevur sagt. ”Vit – tað er bæði Gud Faðir og Gud Sonur – skulu gera okkum bústað hjá honum.” Tað hendir við Guds Anda, sum er ósjónliga hjástaddur.
Og tá ið vit siga ”Jesu Orð”, kunnu vit við góðari samvitsku eisini siga øll orðini í Teirri Heilagu Skriftini, av tí at Jesus livdi og andaði í Bíbliuorðinum, og av tí at hann segði við lærusveinar sínar: ”Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg …” Luk.10,16.
Hvussu er tað á morgni, tá ið tú vaknar og fert upp, og ein dagur liggur framman fyri tær? Íðan, skrivað stendur: ”Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!« ” 5.Mós.31,8.
Krøk teg fastan í Orðið! So tekur Andin tað og gevur tær tað.
Hvussu hevur tú tað, tá ið tú fæst við dagsins arbeiði, heima ella á arbeiðsplássinum? Krøk teg upp í Bíbliuorðið! So tekur Heilagi Andin tað og gevur tær tað: ”Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, ” Kol.3,23
Og tá ið tú prátar við fólk, sum tú hittir: ”Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. ” Matt.10,32. Tað hevur Jesus sagt.
Ella tá ið tú gerst sorgarbundin? Krøk teg í Jesu orð. So tekur Andin av tí, sum hansara er, og gevur tær tað: ”Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. ” Jóh.10,14-15.
Tá ið tú saknar ein, sum nú er burtur? Skrivað stendur: ”Og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: »Skriva: Sælir eru hinir deyðu, sum í Harranum doyggja hereftir! Ja, sigur andin, teir skulu fáa hvíld frá møði síni, tí at gerningar teirra fylgja teimum.« ” Opb.14,13
Og tá ið tú rættiliga fært loyvi at gleða teg? Halt so fast við Bíbliuorðið. Heilagi Andin tekur tað og gevur tær tað: ”Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi. ” Ják.1,17.
Tá ið tú ert móður: ”Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Guð, ið er frelsa vár. Sela. ” Sálmur 68,20. Krøk teg í Bíbliuorðið. So tekur Heilagi Andin tað og gevur tær tað.
Tá ið tú ert sjúkur. ”Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi. ” 2.Kor.4,16.
Tá ið kvøldið kemur, og tú fert til songar. ”Í friði eg vil bæði leggjast og sovna, tí tú, Harri, meg letur búgva í trygdum, í einingi. ” Sálmur 4,9
Og tá ið tú skalt doyggja. Krøk teg fastan í Bíbliuorðið. So tekur Heilagi Andin tað og gevur tær tað. ”í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp, óforgongilig, og vit skulu verða umbroyttir. ” 1.Kor.15,52.
Og Jesus segði: ”… orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg. ” Jóh.14,24
E. Campbell umsetti