Alt fyri einki
„Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.“
Róm. 6,23
A. B. Simpson
Eg varð einaferð boðsendur at koma at vitja eina unga gentu, sum eg hevði kent í langa tíð, og sum nú lá at doyggja av tuberklasjúku. Familjan og vinirnir høvdu stívrent og treiskt sýtt øðrum at tosa við hana, tí tey kvíddu fyri, at hon skuldi gerast ræðslusligin og doyggja fyri tíðina. Men tá ið tey sóu, at sjúkan versnaði, gjørdust tey bangin og sendu boð eftir mær.
Ofta er tað bara okkurt lítið, sum krevst fyri at seta signingina í verk. Gud legði mær á hjartað at brúka eitt smáting at vekja áhuga hennara, uttan at gera hana bangna, og fyri at fáa eitt evni til samrøðuna við hana. Ein av sonum mínum var vinur við hana, so eg hevði tikið eina appilsin við sum eina lítla gávu frá honum. Tað sást, hvussu glað hon bleiv, og hon segði takk.
So tosaðu vit eitt sindur saman. Tað eydnaðist mær at sleppa henni av við óttan, og so nærkaðist eg tí veruliga evninum uttan at skelka hana. Eg nevndi, at tað hevði verið ein stórur uggi fyri hana í sjúkdóminum at kenna Jesu nærleika og kærleika og vita, at hon hevði vissuna fyri, at hon hevði barnakor hjá Gudi. Hon segði mær bart út, at hon ikki visti, hvussu hon skuldi gerast trúgvndi og fáa frelsuvissu. Tað var so torført og fremmant fyri hana.
So segði eg henni so einfalt, sum eg kundi, at Jesus Kristus kom í heimin at frelsa okkum, at Hann hevur gjørt alt, sum er neyðugt, fyri at vit kunnu blíva frelst. Alt, sum vit skulu gera, er at taka ímóti frelsuni, sum Hann hevur útvegað okkum, og so skulu vit takka Honum fyri tað. Hann hevur svarið upp á syndaspurningin, og Hann hevur keypt ein bústað til okkara í Himli, og Hann bjóðar okkum henda bústað fyri einki, ókeypis.
Men her var hennara trupulleiki: Hvussu skuldi hon taka ímóti gávuni? Eg vendi mær kvikliga móti henni og spurdi: ”Annie, hvat hevur tú gjørt við mína appilsin?”
Hon hugdi upp á meg og segði: ”Eg helt, at eg átti hana.”
”Hvussu skuldi hon kunnað verið tín? Tú hevur ikki keypt hana ella dyrkað hana. Hvussu kanst tú so eiga hana?”
”Jú, eg skilti, at John hevði sent mær hana sum eina gávu, tí tók eg ímóti henni og segði takk.”
”Tú tókst ímóti henni og takkaði, og tí eigur tú hana. Eg havi ongan rætt at taka hana aftur, sjálvt um eg vildi. Men hoyr nú, eg havi eina gávu við frá Jesusi Kristi, sum er nógv virðismiklari enn appilsinin. Hann hevur givið mær hana og sagt, at eg skal geva tær hana. Nú kanst tú bara taka ímóti henni, sum tú tókst ímóti appilsinini og takka honum og síðani siga, sum tú segði um appilsinina: ”Eg eigi hana.”
Gleðin breiddi seg um andlit hennara. ”Er tað alt?” spurdi hon. Og eg segði: ”Ja, latið okkum nú taka ímóti og takka Honum.” Hon græt stillisliga undir bønini, so hugdi hon upp við einum smíli og segði: ”Hon er mín.”
Tá ið hon nakrar vikur seinni fór inn um deyðans portur, strálaði andlit hennara, og við skelvandi vørrum teskaði hon: ”Hann er mín.”
Tú, sum lesur hetta – tú kanst eisini fáa hesa gávuna. Tú fært hana ókeypis, fyri einki. Tí ”løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.” (Róm. 6,23) ”Kirkeklokken” Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

