Eitt ár síðan arbeiðstýsdagar byrjaðu í Nesvík – 10-20 fólk møta hvørja viku
Hvønn týsmorgun møta fleiri trúliga upp til arbeiðis í Leguhúsinum í Nesvík. Seinasta týsdag vóru 17 mans til arbeiðis, og tá døgurðasteðgurin kom, vóru menn grammir – tí ein av monnunum hevði tikið turra grind, turran fisk, spik og eplir við til matnað.
Tað byrjaði týsdag á grækarismessu í fjør. Vanligt hevur verið, at ein sjálvboðin arbeiðsdagur er um árið, har ein rúgva av fólki koma at hjálpa til at gera leguhúsið klárt til summarlegurnar. Men hví ikki meira enn tað? Avgerð varð tikin um at bjóða til sjálvbodnan arbeiðsdag í Nesvík hvønn týsdag – eitt nú vegna nakað av størri viðlíkahaldsarbeiði, ið kravdi væl meira enn hvat ein húsavørður klárar einsamallur at ordna.
Og síðan grækarismessu í fjør hava mestsum millum 10-20 fólk møtt upp hvønn týsdag til sjálvboðið arbeiði at halda okkara góða leguhús við líka. Eitt nú kann nevnast, at gamla ítrivsrúmið og verkstaðið í kjallaranum er gjørt í stand, og í hesum døgum verður nýggjur garður gjørdur oman ímóti vøllinum.

Byrjað verður við morgunmati og andakt kl. 09.00, og so verður farið til arbeiðis. At skrúva, smíðja, halda, rudda, vaska, bera, flyta v.m. Og fólk møta upp, sum tað liggur fyri, og arbeiða somikið sum tey orka. Summi eru nærum hvørja viku, meðan onnur koma av og á. Summi eru pensjóneraði ella hava geara niður á arbeiðsmarknaðinum, onnur eru sjófólk, og uppaftur onnur taka sær ein frídag inn ímillum fyri at vera við.
Arbeiðsdagurin er ikki bara gagnligur fyri leguhúsið. Fleiri av monnunum, sum møta upp týsdag aftaná týsdag, undirstrikað eisini, hvussu glaðir teir eru fyri felagsskapin í at vera saman um eitt munagott arbeiði. Tað verður arbeitt, og tað verður eisini prátað dúgliga um mangt og hvat. Og ein góður biti og kaffimunnur er altíð at fáa.

Umráðandi er at leggja afturat, at hóast tað eru flest menn, sum møta týsdagar, so eru eisini nógvar kvinnur, sum aðrar dagar í vikuni møta upp at gera ymiskt sjálvboðið arbeiði. Ja, sjálvbodna arbeiðsorkan telur nógvar tímar ígjøgnum seinasta árið – og tað eru vit ótrúliga takksom fyri. Í síðsta enda kemur tað børnum, ungum, familjum og øðrum til góðar, sum brúka leguhúsið ígjøgnum eitt ár.
Á Facebook kann ein melda seg uppí bólkin ‘Arbeiðsfólk í Leguhúsinum í Nesvík‘ fyri at fylgja við tørvi á hjálp til ymsar uppgávur. Mong hava ikki møguleika at møta upp í vanligari arbeiðstíð, men tað er eisini møguligt at møta upp eftir tørvi at hjálpa við ávísum uppgávum.
Arbeiðstýsdagar eru komnir fyri at vera – og bjóða vit øllum vælkomnum at gera eitt munagott og gevandi sjálvboðið arbeiðið hvønn týsdag í Leguhúsinum í Nesvík.