At fylgja Jesusi sum kvinna undir Ramadan
Tá ið pápi Elisyu* fekk at vita, at hon var vorðin kristin, royndi hann at taka sítt egna lív.
Hann føldi, at hann hevði miseydnast sum faðir, tí øll trúarliga uppaling hevði verið til onga nyttu. At dóttirin hevði vent islam bakið var meira, enn hann megnaði at bera.
Tíbetur miseydnaðist sjálvmorðsroyndin. Og við tíðini hevur hann lært at góðtaka hennara nýggju trúgv – hóast hann framvegis heldur, at hon hevur skeivt. Men Elisya veit sannleikan: Hon hevur funnið nakað, sum gevur henni innari frið og gleði.
.
Tómleiki og leitan
Elisya vaks upp í eini trúgvandi muslimskari familju í miðasia, har islam var ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hon var væl nøgd og hevði eitt væleydnað lív við góðum arbeiði. Men í hjartanum føldi hon seg tóma. Hóast hon hevði alt tað, sum ein muslimur átti at gleðast um manglaði okkurt.
Tá ið ein vinur bjóðaði henni í kirkju, kendi hon seg drigna at fara. Hon visti, at tað kundi vera vandamikið sum muslimur at fara inn í eina kirkju, men hon hevði brúk fyri at vita, hvat tað var, sum kristin trúðu uppá. Har, mitt í gudstænastuni, møtti hon kærleika Kristusar – Alt broyttist!
Síðan tann dag hevur hon trúliga fylgt Jesusi, hóast tað hevur kravt ómetaligt dirvi. Familjan vrakaði hana tíbetur ikki. Men tey liva framvegis í vónini, at hon ein dag fer at venda aftur til islam.
.
Trýstið undir Ramadan
Serliga undir Ramadan hevur tað verið trupult hjá henni. Ramadan er muslimski heilagi mánaðurin, har muslimar fasta frá mati og vesku frá sólarris til sólsetur. Tey trúgva, at góðgerðir í hesum mánaðinum verða løntar nógv meira, og at teirra framtíð í Paradísi kann tryggjast við at halda Ramdan.
Elisya minnist, hvussu hon sum muslimur føldi eitt stórt trýst til at vera fullkomiliga heiløg í hesum tíðarskeiðnum. Hon hevði eina støðuga kenslu av ikki at røkka krøvunum og visti, at hon ongantíð kundi gera nóg mikið. Nú veit hon, at frelsan ikki er nakað, sum kann vinnast við góðum gerningum – bert gjøgnum Jesus Kristus kunnu vit verða loyst frá syndini.
.
Ein trúgv, sum krevur dirvi
Hóast hon nú hevur funnið frið í Jesusi, má hon fjala sína trúgv. Ikki bert fyri at verja seg sjálva men alla familjuna.
Lokalir samstarvsfelagar hjá Open Doors hava veitt henni ráðgeving og stuðul, og hon veit, at kristnir brøður og systrar kring allan heimin biðja fyri henni. Tað gevur henni styrki at halda fram, hóast hon stendur einsamøll í sínum umhvørvi.
“Eg eri glað fyri at vita, at so mong biðja fyri mær,” sigur hon. “Tað er ein áminning um, at eg ikki eri einsamøll.” Hóast lívið hjá Elisyu ikki er lætt, er hon sannførd um, at tað at fylgja Jesusi er meira ver enn alt annað.
Navnið Elisya er eitt dulnevni fyri hennara trygd.
Kelda: Open Doors Føroyar