Ungdómurin leitar eftir andaligum innihaldi
Hetta ættarliðið stendur fyri vøkstri í bíbliusøluni og nýggjar kanningar vísa, at tey ungu leita eftir trúgv og meining við lívinum.
Heitið “ættarlið Z” verður vanliga brúkt um tey, sum eru fødd millum 1997 og 2012. Sambært “Premier Christian News” er tað júst hesin bólkurin, ið nú setur ferð á bíbliusøluna í fleiri londum.
Bretska forlagið SPCK (Society for Promoting Christian Knowledge) hevur fingið tøl frá “Nielsen Book Data”, sum vísa eina munandi øking í søluni frá 2019 til 2024.
Í 2019 vórðu bíbliur seldar fyri 36,9 milliónir krónur. Í 2024 var hetta talið vaksið til 68,8 milliónir. Forløgini geva ungdóminum heiðurin fyri góðu sølutølini, sambært “The Times”.
Kalla seg andalig
64 prosent av tannáringum og ungum kalla seg andalig. Hetta vísir ein kanning, sum varð gjørd í Stórabretlandi í januar í ár, har 10.000 fólk vórðu spurd.
Umleið ein fjórðingur av teimum í aldrinum 45–60 svarar, at tey eru ateistar.
Øktur eftirspurningur
Tey, ið minst sannlíkt kalla seg ateistar, eru júst ættarlið Z, har bert 13 prosent av teimum spurdu siga seg vera tað.

Bretska Bíbliufelagið skrivar, at “Good News Bible – The Youth Edition“ var tann best selda bíblian. Útgávan hevur víðkaðar frágreiðingar, grafikkir og pláss til at skriva viðmerkingar.
Mark Woods, leiðari fyri Bretska Bíbliufelagið, sigur, at ung keypa bíbliur til egna nýtslu, ella so eru tað foreldur, sum keypa bíbliur til síni børn. Harumframt keypa kirkjur bíbliur til ungdómsbólkar ella skúlar.
– Tað er heilt greitt ein øktur eftirspurningur eftir bíblium. Hetta stavar frá hugsanini, at Bíblian hevur okkurt at siga teimum ungu, og hesum vilja vit hjálpa teimum við, sigur Mark Woods við “The Times”.