Á Hotel Ørkini ert tú ein persónur – ikki bara eitt nummar

Belgiarin Willy Wouters frá ferðaskrivstovuni “Noorderhuis” í Belgia hevur verið ein trúgvur og drúgvur gestur í Íslandi og á Hotel Ørkini í Reykjavík.

Tá ið hann las til myndahøggara og las jarðfrøði, fekk hann serstakan áhuga fyri smáum oyggjasamfeløgum við eldgosum. Tá kundi hann bæði kanna gamalt og nýtt grót. Í tí sambandi fekk hann áhuga fyri bæði Føroyum og Íslandi. Í Føroyum eru eingi nýggj eldgos, og tí fekk Ísland størri áhuga og hevur tað støðugt.

– Eg vitjaði fyrstu ferð í Føroyum og Íslandi í 1978. Tá koyrdi eg við mínum gamla Land Rover úr Belgia til Hanstholm og so við gomlu Norrønu til Føroyar. Har var eg tríggjar dagar, áðrenn eg kundi halda leiðina fram til Íslands. Soleiðis var rutan tá, sigur Willy.

– Síðani havi eg vitjað fleiri ferðir árliga í Íslandi, burtursæð frá tá ið korona forðaði fyri tí. Jarðfrøðiliga er Ísland eitt sera spennandi og fjølbroytt land, sigur hann.

– Eg og aðrir stovnaðu eina ferðaskrivstovu, sum í mong ár hevur gjørt 10 – 12 ferðir til Íslands um árið. Tað eru serliga fólk við áhuga fyri jarðfrøði, sum hava verið við, og 8 – 12 fólk eru við hvørjum bólki, sigur Willy.

LES EISINI  Ein heilsan um stuðul til Sjómansmissiónina
Willy Wouters úr Belgia.

– Endamálið við okkara ferðum er ikki at vísa vitjandi alt Ísland. Vit búgva á tveimum ella trimum ymiskum støðum kring landið og gera so útferðir haðani. Vit geva okkum góða tíð. Vit leiga hús úti um landið, alt eftir støddini á bólkinum, men í Reykjavík búgva vit hvørja ferð á Hotel Ørkini. Tað hava vit gjørt, síðani Ørkin læt upp í 1991, sigur hann.

Hví búgva tit á Hotel Ørkini?

– Á Hotel Ørkini hava vit trivist sera væl. Tað kemst einfalt av, at her eru vit ikki bara eitt nummar, sum á stórum hotellum, men vit eru persónar. Ørkin er ikki stór, og tí tosar starvsfólkið við okkum. Tey síggja og virða okkum. Tað ger tað heimligt, menniskjaligt, vinaligt og gott at búgva á Ørkini. Í øllum førum fyri meg og tey, sum ferðast við mær, sigur Willy.

– Tey fyrstu 10 árini svóvu vit á madrassum í møtisalinum. Tá vóru vit ung og ynsktu at gista bíliga. Tað var stuttligt. Nú eri eg, og tey sum ferðast við mær, eldri, so nú búgva vit í kømrum, sigur hann.

LES EISINI  Hotel Ørkin er væl vitjað

– Í ár geri eg átta ferðir til Íslands. Vit eru ymiskar tíðir á árinum, men mær dámar best í september. Tá er veðrið gott og ljósið best. Hvussu leingi eg geri ferðir, veit eg ikki, tí eg eri ikki ungur longur, sigur 71 ára gamli Willy Wouters, brosandi.

Hotel Ørkin í Reykjavík

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina