Bíbliur til útlendskar sjómenn
Tað eru mong ár síðani Føroyska Sjómansmissiónin byrjaði at geva sjófólkinum kristiligan lesnað, harímillum bíbliur, sangbøkur, lestrabøkur, andaktsbøkur og annað. Hetta gevur sjófólkinum møguleikan at syngja og hava Guds orð frammi umborð.
Seinastu árini eru fleiri útlendskir sjómenn komnir at sigla við føroyskum fiskiskipum. Orsøkin er einfalt tann, at tað er trupult at manna fiskiskipini, serliga línu- og garnaskip við føroyingum. Tí eru útlendingarnir komnir, og gera gott arbeiði umborð.
Hetta er ikki bara ein málslig avbjóðing, tí allir eru ikki stinnir í enskum, men hetta er eisini ein avbjóðing hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Sjómansmissiónin hevur tí keypt útlendskar Bíbliur og Nýggja Testamenti, serliga til sjómenn frá Indonesia, og lagt tær umborð á skipini, har menninir eru við.
Vón og bøn okkara er, at Guds orðið verður til signingar og sælu, bæði fyri føroyingar og útlendingar.
Nýggjur geymi

Sjómansmissiónin hevur gjørt nýggjan sanggeyma, við uml.14 tímum av videoupptøkum av ymiskum kórum, bólkum og solistum um landið.
Nakrar talur eru eisini á geymanum og nakrir jólasangir. Geymanir verða bornir umborð á skipini komandi vikurnar og latin ellisheimum og sambýlum.
Geymin fæst í Nesvík og á Manna.fo fyri 450 krónur. Trýst her…