Bukaður tí hann bað um hjálp
Amir-Ali Minaei, 31 ára gamal, hevur sitið í tí illa gitna Evin-fongslinum í Iran síðani apríl 2024. Hann situr ein dóm á trý ár og sjey mánaðir fyri at hava breitt út „propaganda móti stýrinum við at stovna eina húsasamkomu.“
Hann hevur mist síni sosialu rættindi vegna dómin. Heilsustøðan hjá honum er álvarslig, tí hann hevur trupulleikar við hjartanum og varð nýliga illa viðfarin av einum fongsulsvørði, tá ið hann bað um at fáa loyvi at hitta ein hjartaserfrøðing.
Hjartasjúkan varð staðfest, tá Amir varð leyslatin móti trygging eftir fyrstu handtøkuna í desember 2023. Tá varð hann noyddur at rinda 10.000 dollarar fyri at sleppa út, eftir at hann hevði verið fyri fleiri hørðum avhoyringum. Seinni fekk hann dómin og varð sendur aftur í Evin-fongslið. Sterka strongdin undir varðhaldinum og hóttanin um framhaldandi fongsulsuppihald hava allarhelst havt stóra ávirkan á heilsustøðuna hjá honum.
Allar hansara umbønir um at fáa læknaliga hjálp eru higartil avvístar. Seinast hann bað um hetta fyrr í hesum mánaðinum, varð hann sligin í bringuna av einum fongsulsverja, soleiðis at hjartatrupulleikin versnaði. Kortini hevur Amir enn ikki fingið loyvi at fara til serlækna.
Nú persiska nýggjárið byrjar, og alt landið fer í dvala næstu tvær vikurnar, er stórur vandi fyri, at støðan hjá Amir versnar.
+ Bið fyri heilsuni hjá Amir. Bið um, at hann verður leyslatin skjótast gjørligt, og at hann fær loyvi at koma til ein dugnaligan hjartaserfrøðing, sum kann geva honum rætta viðgerð.
+ Bið eisini fyri hjarta og sinni hansara, at hann í hesum torføru umstøðum fær eina nýggja uppliving av nærveru Harrans.
+ Bið fyri familju, vinum og samkomu hansara, sum eisini verða – ávirkað av støðuni. Harrin gevi teimum styrki og troyst.
Kelda: OpenDoors Føroyar