Nethandilin manna.fo hevur fingið nakrar fáar páskakalendarar

Páskakalendarin hevur 20 lúkur. 1. apríl byrja vit at telja niður til tann størsta dagin í heimssøguni, páskadag. Dagurin, tá ið Jesus vann á deyðanum og reis upp úr grøvini.

Lat ein lúku upp hvønn dag frá 1. – 20. apríl og finn útav hvat fjalir seg aftanfyri lúkuna. Har eru bæði uppgávur, spennandi hugskot, ymiskt virksemi og møguleiki at vinna góðar gávur. Páskakalendarin  kann eisini vera ein hjálp hjá familjuni at minnast ALT, Jesus gjørdi fyri okkum menniskju fyri yvir 2000 árum síðani – og sum hann støðugt ger enn í dag. 

1. apríl kanst tú lata fyrstu lúkuna upp, og so kanst tú byrja at gleða teg til páskir.

Tað er gott at vera fyrireikað/ur, tá tú letur lúkurnar upp. Hav hetta klárt:

  • Stearinljós (2. apríl)
  • Egg (15. apríl)
  • Breyð og saft (16. apríl)
  • Hugnaligt prýðið, t.d. ballónir, skreytrullu, ella flagg (20. apríl)

Ver við í kapping og vinn:

LES EISINI  Bókaummæli: Jesus i øjenhøjde

Aftanfyri fýra av lúkunum er ein kapping, har møguleiki er at vinna góðar gávur.

Teldupostur skal sendast: paaskakalender@gmail.com. Neyðugt er, at tú í teldupostinum skrivar: navn, aldur, bústað og telefonnummar (+298 frammanfyri), um tú vilt luttaka í kappingini. 

Lutaðar verða 5 gávur fyri hvørja kapping. Seinasta freist at senda svar inn er tveir dagar eftir at lúkan eigur at vera latin upp. T.v.s kappingin fyri lúku 3 skal sendast í seinasta lagi 5. apríl. 

Jóhan Hansen, barna og familjuráðgevi, sigur soleiðis um páskakalendaran: – Páskakalendarin er eitt stuttligt amboð, har man saman við børnum, kann fyrireika seg til páskirnar, og soleiðis fáa páskaboðskapin at fylla meira, enn bara páskadagarnar.

Eg havi snýtt eitt sindur og opna nakrar lúkur, og eg rokni við, at allar barnafamiljur kunnu fáa ymiskt gott og stuttligt burturúr tí, sum goymir seg í kalendaranum.

Páskakalendarin kann keypast á manna.fo og kostar kr 50,00. Trýst her…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina