Sí, hvussu tey elska hvør annan

Orðini omanfyri søgdu heidningar um tey fyrstu kristnu, sambært norðurafrikanska kirkjufaðirin Tertullian (uml. 160-220). Er tað eisini skoðsmálið um tær kristnu Føroyar, herundir okkara egnu missiónsrørslu?

Tað skuldi verið upplagt, tí Jesus segði sjálvur: “Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.” (Jóh 13,34-35)

Í boðanini í Heimamissiónini fyllir kjarnin í gleðiboðskapinum óivað mest; tað er Guds kærleiki í Jesusi Kristi til falnar syndarar. Men tann natúrliga fylgjan av Guds kærleika til síni børn – kærleikin millum brøður og systrar – fyllir hann líka nógv í okkara rørslu, sum hann ger í Nýggja Testamenti? Bæði hjá Jesusi, í skriftunum hjá Jóhannes ápostli og í Paulusar brøvum? “Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika, tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla.” (1 Kor 13,1)

Tað var Jesus sjálvur, sum setti orðini ‘brøður’ og ‘systrar’ á relatiónirnar millum børn síni, og ápostlarnir hildu fram við hesum. Í tí lá ein týðuligur boðskapur um ektaðan kærleika og umsorgan. Brøður og systrar kunnu hava hvør sína áskoðan um eitt og annað, men hava tó tað týdningarmesta til felags: Sama Faðir í Himli! Gud hevur sjálvur føtt okkum (Jóh 1,13), og blóð er tjykkri enn vatn!

LES EISINI  Umsorgan - við støði í seinastu heilsan Jesusar til mammu sína og lærusveinin, hann elskaði

Heimurin skríggjar eftir ektaðum kærleika, hóast hann sigur seg vera á tremur við kærleika. Guds kærleiki í Jesusi Kristi er einasta vón, hesin heimur hevur. Treytað av, at vit, sum nevna okkum við hansara navni, ganga í hansara fótasporum! Gera vit tað? Ella lata vit tað vera upp til heimin at gera av, hvat kærleiki er? Latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so at vit birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar.” (Hebr 10,24).

Óivað verða nógvar kærleiksgerðir gjørdir í tí dagliga, sum fá onnur vita um. Soleiðis er kærleikin, sum tænir næstanum, og ikki hugsar um egna æru og heiður. Kærleikin blæsur seg jú ikki upp (1 Kor 13,4), men elskar. Ella kanska Paulus nú á døgum hevði skrivað: Kærleikin leggur ikki egin avrik út á facebook.

Kærleikin hevur bara ein hátt at geva seg til kennar: Í verki! “Børn míni, latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika.” (1 Jóh 3,18) Men verkini kunnu hinvegin vera so óendaliga mong! Bera vit ítøkiligar byrðar hjá hvør øðrum? Hjálpa vit tí falna aftur á føtur? Vitja vit tann einsama og tann, ið varð settur til síðis? Stuðla vit tí, sum stríðist við at fáa endarnar at røkka saman? Fyrigeva vit tí, sum órættar okkum, og eru vit fyrst at rætta hondina út til sátt? Steðga vit slatrinum um tann, ið hevur traðkað við síðuna av? Geva vit teimum eina viðurkenning, sum taka eitt tak fyri onnur? Fellur tað okkum líka lætt at rósa sum at finnast at? Eru vit gestablíð? Leggja vit merki til tann, sum hevur tað trupult heima? Rúma vit teimum, sum eru øðrvísi? Eru vit tey fyrstu at bjóða tí ókenda vælkomnum? Og kanska tað størsta undirskotið av øllum: Seta vit tíð av til at vera ein næsti fyri tann eina, sum tørvar tað í dag?

LES EISINI  ”Sá Gud í dag” - Ókendur maður hjálpir eldri konu at keypa sín heilivág, hon ikki hevði ráð at gjalda

Gamal trúgvandi maður, undangongumaður í missiónsarbeiðnum í bygdini, lá nú á sjúkrahúsi. Á einum sunnukvøldsmøti heilsaði ein frá honum nøkulunda soleiðis: “Hann bíðar eftir, at ein av okkum kemur at vitja hann…” Hoyra vit hesa áminning? Ella halda vit bara fram at renna til tiltøk, sum um lívið stóð í uppmøting til tiltøk? Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir  – ikki á uppmøting tykkara – men um tit hava kærleika hvør til annan.

Jesus yrkti onga kærleiksyrking. Men í verki prógvaði hann størsta kærleika, hesin heimur hevur sæð, tá hann ofraði sítt egna lív fyri tey, hann elskar. Og tað er øll okkum, falnu mannaættina, sum hevur gjørt uppreistur móti skapara sínum. Hann segði, at størsti kærleikin er tann, sum letur lív sítt fyri vinir sínar! (Jóh 15,13) Og somu boð gav hann okkum: Soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan! Far tú og ger so við!

LES EISINI  Lesa ikki bíbliuna, lesa tey trúgvandi ...

Vit tosa – av røttum – nógv um kjarnan í gleðiboðskapinum, at av náði eina eru vit frelst, við trúgv eina, og tað er eina Gudi at takka (Ef 2,8-9). Lat okkum ikki gloyma púra natúrliga framhaldið í 10. versi, at vit eru skapað í Kristi Jesusi til góðar gerðir, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skulu leggja okkum eina við teimum!

So, hvørjar góðar gerðir hevur Gud lagt til rættis fyri meg og teg í dag?

Øssur Kjølbro

Greinin hevur áður verið á mission.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina