Væleydnaður ommu- og abbadagur í Havn

Pálmasunnudag var árligi ommu- og abbadagurin í sunnudagsskúlanum í Meinigheitshúsinum í Havn.

Fleiri enn 130 fólk – børn, ommur, abbar, foreldur og onnur – møttu í sunnudagsskúla, har tey hoyrdu páskaboðskapin. Maja Jakobsen fortaldi um Jesu deyða og uppreisn, og á pallinum varð gjørd ein grøv, har steinur varð settur fyri grøvina. 

Men eins og páskamorgun, so varð steinurin fluttur og grøvin var tóm. Børnini fingu síðani møguleika at hyggja og vitja tómu grøvina. Yvir grøvini stóð “Hann er ikki her, tí Hann er risin upp”.

Páskamorgun var steinurin rullaður frá grøvini, og grøvin var tóm.

Eisini var nógvur sangur, og børnini framførdu nakrar kendar sunnudagsskúlasangir fyri teimum vaksnu.

Børnini samlaðu inn til SAT-7

Seinastu fýra sunnudagarnir hava børnini í sunnudagsskúlanum í Meinigheitshúsinum savnað pengar inn til SAT-7.

SAT-7 er sjónvarps- og útvarpsstøð, ið sendir kristiligt tilfar í Miðeystri. Á tann hátt ber til at røkka børnum og familjum teirra við boðskapinum um Jesus – eisini í londum, har tey annars ikki kunnu fara í sunnudagsskúla, møti ella kirkju.

LES EISINI  Ein innbjóðing til at gerast mannafiskari

Innsavningin endaði sunnudagin, tá ommu- og abbadagurin eisini var í Meinigheitshúsinum. Í sambandi við innsavningina er ein flottur strutsur gjørdur, sum hevur hingið á veggin í salinum seinastu vikurnar. Fyri hvørjar 500 kr, ið komu inn, fekk strutsurin Sofus ein nýggjan fjøður.

Strutsurin Sofus fekk ein fjøður fyri hvørjar 500 kr, ið komu inn til SAT-7.

Tá alt var talt saman sunnudagin, fekk Sofus heili 12 nýggjar fjaðrar afturat teimum 9, sum longu vóru komnir frá hinum trimum sunnudegnum. Børnini í sunnudagsskúlanum hava sostatt samlað meira enn 10.000 kr inn til arbeiðið hjá SAT-7.

Afturvendandi tiltøk í sunnudagsskúlanum

Eins og ommu- og abbadagurin er eitt afturvendi tiltak í Meinigheitshúsinum, so er innsavningin til SAT-7 eisini nakað, sum er afturvendandi.

Hesaferð var tað ein strutsur, sum fekk fjarðar, meðan onnur ár hevur tað verið ein krokodilla, sum hevur fingið tenn, og ein leyva, sum fekk størri faks. Ein góður og stuttligur háttur at savna pengar inn til eitt gott endamál.

Sunnudagsskúli er í Meinigheitshúsinum hvønn sunnudag klokkan 14.

LES EISINI  Endurstovnaður sunnudagsskúli eydnaðist væl
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina