Hví kendi Maria ikki Jesus?
Hví kendi Maria Magdalena ikki Jesus aftur? Hon hevði fylgt honum í fleiri ár. Hvat er hent, síðani hon sá hann krossfestan fyri trimum døgum síðani – og til nú? Hon kemur út til grøvina og sær, at grøvin er tóm. Men so vendir hon sær – og har stendur hann. Beint framman fyri henni. Hon kennir hann ikki aftur, fyrr enn hann nevnir hana við navni: “Maria.”
Alt lívið er ein broytingarferð. Vit eldast. Flyta okkum frá barndómshúð til rukkuta húð. Lívsins trupulleikar, sorgir, gleði og annað seta síni spor á likamið. Onkuntíð er torført at kenna foreldur ella abbar og ommur aftur á gomlum familjumyndum frá teirra barndómi. Lívið er ein broytingarferð. Men sambært Bíbliuna, so er deyðin eisini ein broytingarferð.
Paulus ápostul, skrivar soleiðis til fyrstu kirkjuna í Róm: “Tí at eru vit vorðin samgrógvin við hann í líkingini við deyða hansara, tá skulu vit eisini verða tað í líkingini við uppreisn hansara.” (Róm. 6,5)
Okkara uppreisn skal líkjast hansara. Hvussu sær hansara uppreisn út? Fyrst og fremst verður hann ikki kendur aftur av Mariu, fyrr enn hann sigur navn hennara. Í øðrum frásagnum síggja tveir lærusveinar hann á vegnum til bygdina Emmaus, men teir kenna hann ikki aftur, fyrr enn teir eta saman og hann brýtur breyðið – sum hann gjørdi tað síðstu náttina fyri deyða sín.
Hann fer gjøgnum læstar dyr til lærusveinarnar, sum goyma seg í sorg og ótta eftir deyða hansara, og teir kenna hann ikki aftur, fyrr enn hann vísir teimum sárini í síðuni og hondunum.
Hví kenna tey hann ikki aftur, hóast tey hava fylgt honum so langa tíð? Ein broyting er hend í hansara deyða og uppreisn, sum eingin andlitsrøktari megnar at gera. Á ein ella annan hátt er hann hvørki likamligur – tí hann fer gjøgnum læstar dyr – ella bara ein andi – tí hann hevur sárini enn. Jesus likam er broytt til eitt dýrdarlikam.
Hvussu verður við okkum, tá ið vit verða reist upp sum Jesus, vita vit ikki til fulnar. Men Jóhannes skrivar soleiðis: “Elskaðu tit, nú eru vit Guds børn, og tað er enn ikki opinberað, hvat vit skulu verða. Vit vita, at tá ið hann verður opinberaður, tá skulu vit verða honum lík, tí at vit skulu síggja hann, sum hann er.” (1. Jóh. 3,2)
Eftir uppreisnina skulu vit líkjast Jesusi og kanska verða vit endureist sum tey vit vóru skapt til at vera, og at tey vit hava mist, kanska undir torførum umstøðum, fáa eitt lív, har eingin neyð, vanlukka og sjúka longur skal hótta heilsu og gleði okkara.
Tað er í øllum førum ein vón, ið er eldri enn vit. Dávid skrivaði um tað í einum av sálmun sínum (Sálmur 103). Hann skrivaði soleiðis:
Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans!
Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans!
Hann fyrigevur øll misbrot tíni, hann grøðir allar sóttir tínar,
hann lív títt frá grøvini loysir, hann teg við miskunn og mildleika krýnir.
Hann lyst tína mettar við lukku, tín ungdómur verður nýggjur sum ørnin.
Møguliga minnast vit altíð okkara elskaðu, sum tey, tey vóru. Lat vónina sleppa framat í hjørtum okkara, so hon kann geva okkum frið í sál og sinnið.
Tí at Jesus livir og vit skulu liva og tá skulu vit verða honum lík, tí at vit skulu síggja hann, sum hann er!
“Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Gud eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum.” 1. Tess. 4,14
Hetta er mín trúgv og vón í Jesusi Kristi!
.