Nýggjur páskasangur
Sangurin var fyrstu ferð sungin á páskamøtinum í Leirvíkar Missiónshúsi 2. páskadag 2025.
Árni Jacobsen hevur yrkt sangin og Høgni Jógvansson hevur gjørt lagið.
1. Ein skírisdag teir sótu har,
við páskalambi borðreitt varð.
Sítt likam gav og dýra blóð,
mær gevur hjartafrið og ró.
Mín páskavón er Jesu navn,
trygt leggi alt í hansar favn.
Í lív og deyða er hjá mær,
ta størstu tøkkina hann fær.
Mín páskavón er Jesu navn.
2. Mót Golgata hann lýðin fer,
har allar heimsins syndir ber.
Ímillum ránsmenn hongdur varð,
bert háð og spottorð hoyra fær.
3. Í gravarhelli løgdu hann,
øll vón nú úti vera man.
Og fyri gravarmunnan ein,
teir seta trivaligan stein.
4. Men páskamorgun spratt ein vón,
tá Jesu grøv var staðfest tóm.
Tí yvir deyðans valdi vann.
Kom, ivandi, tú trúgv á hann.
Her ein upptøka frá møtinum í Leirvíkar Missiónhúsi 2. páskadag.