Bíbliutímin og bønin hava alstóran týdning
– Eg kann gott siga, at tað eru bíbliutímarnir og bønaløturnar, sum hava havt størsta týdning í trúarlívinum hjá mær, sigur Óli Poulsen.
Hvørt mikukvøld klokkan 20 er bíbliutími í KFUM/K í Klaksvík. Tað eru Óli Poulsen og Hjørleif Poulsen, sum hava ábyrgdina av bíbliutímunum.
Undirritaði hevur hitt Óla og spurt um tað hevur týdning at hava bíbliutímar?
– Ja, avgerandi týdning. Eg kann gott siga, at tað eru bíbliutímarnir og bønaløturnar, sum hava havt størsta týdning í trúarlívinum hjá mær. Hetta er læra ápostlanna, sum er neyðug at kenna og halda seg til, og so hevur bønafelagsskapurin eisini stóran týdning.
– Hvørjar tekstir gjøgnumganga tit?
– Vit lesa og gjøgnumganga vanliga ein kapittul hvørt kvøld. Fyri árum síðani byrjaðu vit frá Matteus evangeliinum. Síðsta mikudag høvdu vit síðsta kapittul í Jóhannusar opinbering. Sostatt hava vit verið ígjøgnum alt Nýggja Testamentið.
– Hvør undirvísir?
– Tað eru fyri tað mesta fólk úr meinigheitini. Viðhvørt hava vit prest ella trúboðara.
– Hvussu skipað tit løtuna?
– Vit byrja við sangi og bøn klokkan 20. So syngja vit aftur áðrenn kapittulin verður lisin og gjøgnumgingin av tí sum hevur tíman. So samtala vit um tekstin eina løtu, áðrenn vit hava bønaløtu. Enda verður við sangi. Vit skiftast um at leiða løtuna, sum vanliga er liðug umleið klokkan 21.30. Onkuntíð er drekkamunnur aftaná.
– Møta mong upp?
– Vit eru vanliga millum 12 og 18 – onkuntíð 20. Vit eru sum oftast eldri fólk, og tað er gott, at eldri savnast um bíbliu og bøn. Men vit sakna tey yngru og ungu til bíbliutímarnar, eisini tí hetta er KFUM/K, sum stendur fyri “Kristiligt arbeiði fyri ungar menn og kvinnur”.
Vónandi koma tey, tí sum tað ofta verður tikið til: “Bíblian og bønin er hjartaslátturin í kristna lívinum”. Eg vóni, at fólk lesa bíbliuna og biðja heima, men tey eru eisini hjartaliga vælkomin á bíbliutíma – saman við øðrum, sigur Óli at enda.
Skrivað hevur: Torleif Johannesen
Trýst á myndirnar niðanfyri og tær verða størri.