Jesus og Tummas
Í dag hyggja vit eftir søguni um tá ið Jesus møtti Tummasi í Jóhannes kapittul 20, og seta nakrar spurningar, sum vit kunnu hugsa um: Er pláss fyri iva í okkara meinigheitum? Og hvat merkir tað at síggja og trúgva?
Tummas, sum eisini varð kallaður tvíburin, var ein av teimum tólv lærusveinunum, men hann var ikki saman við hinum, tá ið Jesus kom. So hinir søgdu við hann: »Vit hava sæð Harran!«
Men Tummas svaraði: «Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.»
(Les kapittul 20 í Jóhannesar evangeliium)
Evangeliini siga okkum, at Jesus – eftir at hann reis upp frá deyðum – vísti seg fyri fimm ymiskum bólkum tann dagin. Hugsa tær, um tú hevði verið tann einasti, sum ikki var til staðar og misti møguleikan at síggja Jesus!
Eg haldi, tað er rørandi við Tummasi, at hann roynir ikki at lata sum um hann trýr, bara fyri at vera sum hinir. Hann er erligur og sigur, sum tað er. Í meinigheitum okkara tosa vit ikki altíð so opið um iva – ofta kann tað kennast lættari at lata sum um, enn at siga, at tú hevur trupult við at trúgva. Men hjá Tummasi var ynskið eftir at vita, at Jesus veruliga var livandi, størri enn óttin fyri, hvat hini fóru at halda um hann.
Tá ið Jesus so kemur aftur og møtir Tummasi, letur hann Tummas nema við sárini. Og hóast Jesus gevur honum eina áminning – »Ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi!« – so sigur hann tað við so stórum kærleika, at tað næstan ikki ljóðar sum ein áminning.
Vit vita ikki, um Tummas veruliga nam við sárini. Jóhannes sigur tað ikki beinleiðis. Men tað sær út til, at bara at síggja Jesus var nóg mikið. Tummas sigur: »Harri mín og Gud mín!« – eitt tekin um, at hann nú veruliga trúði. Tað var ikki eitt tekin, ein stór hending ella ein djúp kensla, sum fekk hann at trúgva – tað var sjálvur Jesus.
Tað hendir eisini hjá okkum, tá ið lívið kennist tungt og trupult, so fara vit at leita eftir teknum – men Jesus hevur longu givið okkum seg sjálvan. At krevja meira, kann í grundini vera tað sama sum fariseararnir gjørdu, tá ið Jesus segði: »Ein ónd og ótrúgv slekt biður um tekin.« (Matt. 16,4).
Tá ið hendingin endar, sigur Jesus við Tummas: «Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!» Tað, at lærusveinarnir sóu Jesus, gjørdi ikki, at teir høvdu størri møguleika at trúgva, enn vit hava í dag.
Vit, sum ikki hava sæð, men tó trúgva – vit eru sæl!