Nógv møttu til ungdómspáskastevnu í Havn

Um páskirnar samlaðust ung sum eldri til Ungdómspáskastevnu í Meinigheitshúsinum í Havn.

Høvuðsyvirskriftin á ungdómspáskastevnuni í ár var ’’Ein nýggj byrjan’’. Hugsanin við hesi yvirskrift var at vísa á Jesu líðingarsøgu – mitt í øllum stríði, finna vit í páskaboðskapinum frælsi og vón.

Møtini byrjaðu Langafríggjadag. Pól Johannessen talaði um ránsmennirnar á krossinum – at verða bjargaður og nærum bjargaður. Dan Eliassen framførdi m.a sangin hann gav út fyri stuttum ’’Gud, tú ert Gud mín’’.

Møtini hildu fram páskaaftan. Mariann D. Poulsen talaði um, tá lívið verður sett á pausu. Jesu deyði var fullur av vónloysi. Men Gud arbeiðir í pausunum – í friðinum. Lærusveinarnir krógvaðu seg eins og Ádam og Eva í Eden. Men Gud kom gangandi í kvøldarlotinum. Hann kemur ikki trampandi, men sum ein kærleiksfullur Gud.

Páskadag var síðsta møtið, og húsið var fult –  meira enn 270 fólk. Gøtu Kirkju Ungdómskór framførdi og Kartin Høgnesen, ungdómsráðgevin hjá Heimamissiónini talaði. Yvirskriftin fyri kvøldið var ’’Nýggj gleði og vón’’.  Vónin var brostin, men við Jesu uppreisn, fingu vit nýggja vón og gleði. Vit skulu byggja lív okkara á Jesus Kristus, ikki á tí nýggju snildfonina, uttalandstúrarnar osv. Tí onki er sikkurt í hesum heimi, men Jesus er 100%. Gleðin saman við honum er ikki bundin at umstøðunum, men hann er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.

LES EISINI  Ungdómspáskastevna í Havn við gestum úr Suðurafrika

Kl 23:00 var lovsang- og vitniløta. Ein sera sterk løta, har fleiri vitnaðu. Løtan var eisini merkt av góðum lovsangi, sum rungaði um alt húsið.

Ungdómspáskastevnan er størsta afturvendandi tiltakið í Meinigheitshúsinum. Á odda fyri stevnuni stóðu evnarík og eldhugað ung, væl stuðla av eldri í meinigheitini og øðrum HM-vinum.

Møtini kunnu øll hoyrast poddvarps-rásini hjá Meinigheitshúsinum á Spotify.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina