Evangelistur dripin av islamistum

Løgdu eini boð eftir seg: «Tú, vantrúgvandi, fert at møta Allah í dóminum».

Ein evangelistur, sum hevði leitt fleiri muslimar til kristna trúgv, undir einum uttandura tiltaki í Nairobi, Kenya, varð myrdur av islamistum seinasta mánað.

Hetta skrivar ‘Morning Star News’, ‘East News Uganda’ og ‘Christian Post’.

3. apríl varð David Washume stungin við knívi, tá ið hann var á veg heim, eftir at hava talað í trý samdøgur í Nalondo, Buwalasi. Evangelisturin, sum doyði av løstunum, var 38 ára gamal.

Bíbliuvers og koranvers

Sambært tíðindamiðlinum, segði ein kelda, at meðan Washume talaði, samanbar hann vers úr Koranini og Bíbliuni. Hann legði dent á guddómligu støðu Kristusar og samanbar við mannin Mohammed.

Triðja dagin komu fleiri fólk at lurta eftir evangelistinum, sum var saman við starvsfelaganum Fred Wepuhulu.

– Hann bað tey taka støðu, venda syndini bakið og venda sær til Kristus. Mong tóku ímóti gleðiboðskapinum og lovprísaðu Gudi.

Ein evangelistur biður grátandi í einum flóttafólkabústaði har norðuri í Uganda.

Eisini muslimar

LES EISINI  Tá lóggávan hevur eitt byrsusikti – trý rák á heimslistanum

Fleiri muslimar tóku ímóti Jesusi sum Harra og Frelsara. Nakrir muslimar mótmæltu harðliga, og teir báðir evangelistarnir fóru inn í húsini hjá einum vinmanni undan ófriðinum. Teir vórðu álopnir, tá ið teir vóru á veg heim 3. apríl umleið kl. 22.

Fred Wepuhulu segði við Morning Star News, at teir møttu trimum monnum við maskum, í muslimskum klæðum, við knívum og teir tosaðu arábiskt.

– Teir steðgaðu okkum og kravdu, at vit skuldu geva teimum taskurnar, segði hann og legði afturat, at ránsmenninir funnu bæði Bíbliur og eina Koran í taskuni hjá Washume.

Tað eru teir

Wepuhulu, sum bardist við annan mannin, megnaði at rýma. Tað gjørdi Washume ikki, tí hann varð hildin av tveimum monnum í muslimskum klæðum.

– Ein teirra rópti á okkara staðbundna máli: «Tað eru teir, tað eru teir… drep, drep teir», segði Wepuhulu og legði afturat, at tað ljóðaði, sum teir vóru av teimum harðrendu islamistunum.

LES EISINI  Pakistan: Deyðadømda Asia Bibi bíðar nú eftir avgerðini í hægsta rætti

Eitt skyldfólk hjá Washume, segði, at líkið hevði sár á hálsinum og bringuni.

– Knívurin, ið varð brúktur til at drepa hann við, varð funnin á staðnum, saman við einum pappírslepa, har skrivað stóð: «Tú vantrúgvandi, fert at møta Allah í dóminum» og nøkrum øðrum óskiljandi orðum á arábiskum, segði skyldfólkið.

Sambært Moses Kutosi, vinur hins deyða og tann sum boðaði politinum frá, var Washume ein góður, arbeiðssamur og trúfastur kristin. Hann var limur í eini ikki skrásettari kirkju í býnum Mbale.

Løgreglan er farin at leita eftir drápsmonnunum, upplýsir tíðindamiðilin, og leggur afturat, at hetta álopið er eitt av mongum dømum um atsókn av kristnum í landinum.

Góðu brøður og systrar í Harranum! Minnist til at biðja fyri teimum, sum vera forfylgd, pínd og dripin vegna sína trúgv á Jesus Kristus.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina