Ársins herðaklapp 2025 til Anju Hansen

Á hvørjum ári gevur Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelagið (KLH) eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur virkað fyri góðum og sømiligum sendingum.

Á fundi í mars í ár, sum var tann seinasti áðrenn aðalfundin, varð samtykt, at lata ársins herðaklapp til Anju Hansen, Gøtugjógv.

Í grundgevingini til avgerðina stendur m.a.:

“Anja er ein eldsál. Hon er dugnalig, nærløgd og jalig. Altíð við tí góða. Tað hon hevur avrikað við sjónvapsrásini IKTUS, er eitt stórt bragd. Hon arbeiðir til langt út á næturnar við at klippa o.a., so sendingarnar verða klárar at senda. Ferðast kring allar Føroyar at taka upp.”

Og tað er júst slíkt vit í nevndini fyri KLH vilja stuðla og veita viðurkenning, skrivar KLH í tíðindaskrivi.

Hjartaliga til lukku við tí.

Á myndini síggjast Anja Hansen sum tekur ímóti heiðirinum og fær handað gávukurv og blómur frá Sonna Jacobsen fm. vegna KLH.

LES EISINI  “Syngið við” í Sandavági Kristi himmalsferðardag
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina