Allar barnalegur eru fullteknaðar – og langur bíðilisti

Tað hevur verið óvanliga stórur áhugi fyri barnalegunum í ár, og tað gleðir okkum nógv. Allar barnalegurnar – bæði í Nesvík, Porkeri og Giljanesi – eru nú fullteknaðar, hóast tað enn eru umleið ein og ein hálvur mánaður, til legurnar byrja. Hetta er fyrstu ferð, at tað gongur so skjótt, og longu nú er ein langur bíðilisti.

“Eg veit ikki um, at summarlegurnar fyrr hava verið so skjótt fullteknaðar. Hetta vísir, at tað er ein stórur áhugi at koma á legu og ein fastur partur av summarinum hjá nógvum børnum,” sigur Jóhan Hansen, ráðgevi innan barna- og familjuarbeiðið.

Barnalegurnar eru eitt stað, har børn ikki bara sleppa at spæla, flenna og liva legulívið – men har tey eisini fáa loyvi at kenna seg vird og sædd, og har tey møta einum boðskapi um Guds kærleika, sum tey kunnu bera við sær alt lívið. Tað eru dagar, sum seta spor. Summi knýta vinabond, sum vara í áravís, og onnur fáa sítt fyrsta persónliga samband við kristnu trúnna.

LES EISINI  Simbalegan 2021 fyri 3. og 4. flokk!

“Tað er sjálvandi harmiligt at vit ikki hava pláss fyri øllum, sum ynskja at koma á legu. Samstundis er tað ein gleði og ein ábyrgd, at so nógv ynskja at vera við. Vit fegnast um, at áhugin er so stórur, at vit hava rakt markið fyri, hvussu nógv kunnu luttaka við teimum fysisku kørmunum, vit hava í løtuni. Vit vilja arbeiða fyri, at enn fleiri børn og ung sleppa á legu komandi árini,” sigur Jóhan Hansen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina