Vil tú stuðla missiónsarbeiðnum? – Ársgávan 2025
Hvørt ár savnast fleiri túsund børn, ung og familjur til legur og tiltøk runt alt landið, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri. Eisini verður stuðul veittur til staðbundin arbeiði kring landið, har umleið 1500 børn og ung hittast hvønn einasta vikuskifti til sunnudagsskúlar, junior- og ungdómsmøtir. Hetta arbeiðið ger ein stóran mun í lívinum hjá nógvum.
Kirkjuliga Heimamissiónin arbeiðir á mongum frontum: vit hava trúboðarar og sjómanstrúboðara, forlag, bókasølu, leguhús, útgávur sum Trúboðin og Sunnudagsblaðið, bíbliulesiætlanina KUMPAS til ung, og tiltøk sum sangfagnað fyri børn. Hetta er bert ein partur av tí, sum verður gjørt fyri at vekja upp trúarlívið og menna kristna felagsskapin – og alt hetta er í stóran mun borið av gávum.
Nú ársmøtið er fyri framman, vilja vit heita á vinir og stuðlar um at lata eina ársgávu til felags missiónsarbeiðið. Vit hava stórar ætlanir og vilja røkka enn longur við boðskapinum um Jesus Kristus. Tað krevur nýggja orku – og meira fíggjarligan stuðul.
Vilt tú vera við og bera boðskapin víðari saman við okkum?
Stóra takk fyri tína stuðul – hann ger veruliga mun.