Nýtt bønarátak savnar rørsluna í bøn
Á leiðaraskeiðinum seinasta vikuskifti var bøn og lovsangur á skránni fyri fríggjakvøldið. Hetta kvøldið bleiv lagt fram eitt nýtt bønar átak fyri at samla rørsluna í bøn.
Hetta er eisini í tráð við okkara strategi komandi árini at styrkja einleikan í rørsluni. Ætlanin er at skipa fyri felags bønarátaki, har allar meinigheitirnar samlast til bøn 4 ferðir um árið at biðja fyri okkara landi og fólki – og at tað roterar í meinigheitum runt landið, ið vilja bjóða seg fram sum vertir.
Byrjað verður komandi mánakvøld 26. mai í Glyvra Missiónshúsið.
Skrá fyri kvøldið:
- Kl. 19:00: Drekkamuður
- Kl. 19:30: Bøn – Sangur/lovsangur
- Kl. 20:30: Liðugt
Tiltakið er opið fyri øll missiónsfólk, ið vilja koma saman at biðja. Vit vóna, at øll stýrini vilja taka undir við hesum og ganga undan í at vera ein biðjandi rørsla. Og at tit vilja lýsa við hesum á møtum tykkara komandi sunnudag, so at so mong sum gjørligt møta upp til tiltakið.
“Um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.”
(2 Krýn 7, 14)
Næsta bønarátak verður so í Missiónshúsinum á Sandi mánakvøldið 25. august kl 19:00.