Útigudstænasta á Ovara vølli 2. hvítusunnudag

2. hvítusunnudag, 9. juni, verður árliga útigudstænastan á Ovara vølli í Gundadali kl. 11.00.

Gudstænastan er fyri børn, ung og vaksin, alla familjuna.

Prestarnir í Suðursteymi skipa fyri, kirkutænarar taka lut, og hornorkestrini GHM og Havnar Hornorkestur spæla undir felags sálmasangin.

Nú lýkka er í luftini, og summarið nærkast, gleðast fólk at møtast, tríva í kendar sálmar og hugna sær eina løtu úti.

Sum nakað nýtt koma Spírar við Knurr og Knarr at hjálpa børnunum at skilja tekstin nakað betri. Og so kemur Reyða-Leyva at syngja og dansa saman við børnum (og vaksnum) á vøllinum, áðrenn øll verða boðin til Kirkjukaffi aftaná.

Spírar gera dygdargott bíbliutilfar til børn á netinum. Tilfarið er ókeypis og sigur bíbliusøgurnar í orðum og myndum við sangi og kreativiteti, so børnini bestri skilja og kunnu vera við. Umframt heima hevur tilfarið frá Spírum verið íblástur bæði í skúlum og sunnudagsskúlum. Tað er Føroyska Bíbliufelagið, sum eigur Spírar.

LES EISINI  Rytmisk gudstænasta í Argja kirkju

Savnað verður inn til Spírar, og takka verður hjartaliga fyri tað, ið inn kemur. Tað kostar at gera sjónvarpstilfar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinaliga,

Prestar og kirkjur í Suðurstreymi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina