At loysa sóknarband og kirkjuráðsvalið
Tað er møguligt hjá einum kirkjufólki at loysa sóknarband.
At loysa sóknarband merkir, at kirkjufólk kunnu knýta sóknarband til sóknarprest og kirkjusókn í øðrum prestagjaldi enn tí, har tey búgva.
Áheitanin um at koma á vallistan í eini kirkjusókn, har kirkjufólkið ikki hevur bústað, skal skrivliga latast formanninum í valstýrinum í kirkjusóknini, har kirkjufólkið ynskir at útinna valrættin. Freistin er í seinasta lagi týsdagin 19. august 2025.
Kirkjufólk kunnu eyðvitað einans greiða atkvøðu til kirkjuráðsvalið í einari kirkjusókn.
Greiningin av hugtakinum at lýsa sóknarband
- Kirkjufólk biðja um at hoyra til eina aðra kirkjusókn enn hana, har viðkomandi býr.
- Kirkjufólk venda sær til sóknarprestin, ið viðkomandi ynskir at hoyra til.
- Sóknarpresturin kann siga ja ella nei til umbønina um at loysa sóknarband.
- Viðkomandi, ið loysir sóknarband, kann fara á kirkjuráðsval í kirkjusóknini, har viðkomandi ynskir at hoyra heima ella í kirkjusóknini, har viðkomandi býr.
- Áheitanin um at koma á vallistan í kirkjusóknini, har viðkomandi ikki hevur bústað, skal skrivliga latast formanninum / forkvinnuni í valstýrinum í kirkjusóknini, har kirkjufólkið ynskir at inna valrættin.
- Seinasta freistin at fáa hesi viðurskifti í rættlag er 3. týsdag í august, t.e. 19. august 2025.
- Undantak verður ikki givið frá tíðarfreistini.
Kelda: folkakirkjan.fo