Vit áttu bara eina Bíbliu í kirkjuni
Lívið hjá Huan* broyttist fullkomiliga, tá hann fyri nøkrum árum síðan fekk staðfest krabbamein í vælindinum.
Hann fekk at vita, at skurðviðgerðin fór at vera sera pínufull, og sum hann sjálvur sigur: “Mær dámar ikki pínu.”
Ein annar sjúklingur á sjúkrahúsinum hoyrdi stúranina hjá Huan og bjóðaði seg til at biðja fyri honum. Hann segði: “Gud mín fer at hjálpa tær og taka pínuna burtur.”
Eftir skurðviðgerðina helt Huan tað vera eitt undur, at hann hevði lítla og onga pínu. “Eg ynskti at læra Gud betur at kenna,” sigur Huan, og byrjaði tí at ganga í kirkju tætt við bygdina, har hann búði — og stutt eftir gav hann lív sítt til Jesus.
Tíverri, sigur Huan: “Vit høvdu bara ein Bíbliu í kirkjuni, so eg byrjaði at skriva av alla Bíbliuna, kapittul fyri kapittul.” Soleiðis helt hann áfram í tvey ár.
Nýliga fingu Huan og øll kirkjufólkini fleiri kassar við nýggjum Bíblium — takkað verið gávumildum stuðlum úr Europa. Nú hevur hvør limur í kirkjuni sína egnu Bíbiu, sum tey kunnu lesa, nær tey vilja, meðan tey vaksa í trúnni.
Í Kina og aðrastaðni broytir Gud lív og lagnur gjøgnum Bíbliurnar boðskap.
*Navnið er broytt av trygdarávum.
Kelda: American Bible Society